Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan, Sørin og Magnus til AB

Jákup Ósá

AB hevur breiðkað hópin seinastu dagarnar.

AB hevur breiðkað hópin seinastu dagarnar.

Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, váttar fyri Norðlýsinum, at AB hevur gjørt sáttmála við Jógvan Isaksen (kemur frá KÍ), Magnus Egilsson(kemur frá HB) og Sørin Samuelsen (kemur frá HB). Hesir hava vant við AB seinastu vikurnar, har Magnus tó var eitt skiftið á Skála, so hetta kemur ikki sum nakað óvæntað. Magnus og Sørin hava fyri tað mesta spælt við næst besta liðnum hjá HB, men við einstøkum dystum á besta liðnum, meðan Jógvan hevur verið fastur maður í KÍ verjuni í fleiri ár.