Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj fyrireikingarbreyt/HF á Kambsdali

Tíðindaskriv

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy fer komandi skúlaár undir eina nýggja roynd, ið skal menna fyrireikingarbreytina (HF-skeiðið) til nútímans tørv og umstøður.

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy fer komandi skúlaár undir eina nýggja roynd, ið skal menna fyrireikingarbreytina (HF-skeiðið) til nútímans tørv og umstøður.

Tørvir og umstøður hjá lesandi broytast støðugt, og á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali verður ein endurnýggjan av gamla HF-skeiðnum nú gjørd, ið skal røkka hesum krøvum.

Dagsins HF-næmingar hava tørv á eini liðiligari útbúgving, har møguleiki er fyri at enda lærugreinar oftari og skjótari. Sammett við fyrr ber nú til at enda allar próvtøkur eftir einum ári. Við nýggju skipanini fer næmingurin at hava færri lærugreinar í senn, og skapar hetta møguleikar fyri eini fjølbroyttari og skynsamari tilrættarlegging av útbúgvingini.


Á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali vóna tey, at hendan broyting kann vera við til at skapa umstøður hjá enn fleiri føroyingum at taka eina viðkomandi og breiða miðnámsútbúgving.

Fyrra árið eru lærugreinarnar føroyskt A, enskt B, ítróttur og heilsa C, samfelagsfrøði C, støddfrøði C, sálarfrøði C og lestrarmenning. Seinna árið eru lærugreinarnar danskt A, søga A, lívfrøði C, religión C, listalærugrein C og tvær vallærugreinar. Hetta gevur tilsamans eitt fult prógv eftir vanligari tíð – bert øðrvísi skipað.

Umsóknarfreistin hjá teimum, sum ætla at taka fulla fyrireikingarbreyt eftir tveimum árum er 15. mars.

Meira kunning er um útbúgvingar skúlans á www.shey.fo. Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu eisini setast lestrarvegleiðarum skúlans, Honnu Jensen og Óla Wolles, tlf. 610800

Harleywoodpaint