Alment var FSF kunnað um at Igor Grakajac fell 40.000 kr. tilsamans frá TB men loyniligur sáttmáli, sum leiðslan í TB og Igor undirskrivaðu var verdur kr. 154.000.- og er bindandi fyri TB, staðfestir Aganevndin

Eftir at hava hoyrt partarnar í málinum staðfestir Aganevndin at:
– Tveir skrivligir leikarasáttmálar eru gjørdir millum TB og leikaran…
– Ein munnlig bonus avtala er somuleiðis gjørd…
– Annar skrivligi sáttmálin er standard leikarasáttmálin hjá FSF, sum er móttikin av FSF tann 1. Mars 2012 meðan hin skrivligi sáttmálin er nevndur ”Players Contract” og er ikki góðkendur av FSF, ei heldur er upplýst fyri FSF, at aðrar munnligar avtalur eru gjørdar….
– Báðir skrivligu sáttmálarnir eru undirskrivaðir….
– Samsýningin sbrt. Góðkenda sáttmálanum er tilsamans kr. 40.000,- fyri tíðarskeiðið, meðan virðið sbrt. hinum sáttmálanum er uml. Kr. 154.000,- fyri tíðarskeiði….
– Sambært lønaryvirliti frá TAKS hevur TB goldið íalt kr. 43.000 kr……
– TB hevur goldið Igor Grkajac 11.200.- sambært munnligu bonusavtaluni…