Champions League: Manchester City, sum seinastu árini hava brúkt eini seks milliardir upp á spælarar, vórðu varpaðir út úr Champions League fyri lítlari løtu síðani. Barcelona við Messi og Alves hava staðið á odda fyri hesum.

Manchester tapti 0-2 á heimavølli í fyrra dystinum ímóti Barcelona. Messi og Alves skoraðu eins og í kvøld eisini hvør sítt mál tá.
Í kvøld var tað annars ein tættur dystur við nógvum málmøguleikum til bæði liðini. Málmenninir høvdu ein góðan dag og tað var eisini orsøkin til hálvleiksstøðuna 0-0.
So líðandi inn í seinna hálvleik tók heimaliðið yvir og í 67’ minutti fekk Messi ein kjans og legði Barcelona á odda 1-0.
Beint áðrenn leiklok fekk Manchester City eitt troystarmál, sum Kompany skoraði. Men troystin vardi ikki leingi, tí tveir minuttir inn í yvirtíðina legði Dani Alves lok á dystin til endaligu støðuna 2-1.
Sostatt gjørdist samanlagda støðan 4-1 til Barcelona, sum sjeynda árið á rað spælir seg víðari í fjórðingsfinaluna.