Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ES tinglimir krevja handilsbann móti Íslandi

John William Joensen

Maria Damanaki hevur svikið! So avgjørdur var írski ES tinglimurin, Pat The Cope Gallagher í morgun undir viðger í ES tinginum. Týski sosialdemokraturin Ulrike Rodus langaði út eftir ES kommisjónini og hinum strandalondunum og segði at hesi fýra árini við stríði og ósemju um makrel stovnin var skammiligt og vísir hvussu vánalig støðan er tá altjóða samfelagið skal taka eina støðu.

Týski sosialdemokraturin Ulrike Rodus, segði at hesi fýra árini við stríði og ósemju um makrel stovnin var skammiligt og vísir hvussu vánalig støðan er tá altjóða samfelagið skal taka eina støðu. Hon sipaði til at hóast Ísland aftur hesuferð valdi at ganga egnar leiðir, er eingin semja um at seta tiltøk í verk.

Orðaskifti í ES parlamentinum byrjaði við at tinglimir viðmerktu støðuna nú avtala er undirskrivað millum Norra, ES og Føroyar um makrelin.

Pat The Cope Gallagher, úr Írlandi var sera misnøgdur við handalagið hjá Mariu Damanaki í samráðingunum við Føroyar og Ísland.

– Damanaki vildi hava eina avtalu fyri einhvønn prís. Ístaðin átti hon at sett í verk strong tiltøk móti Íslandi. Nú er støðan tann at Ísland vildi ikki góðkenna avtaluna sum hini strandalondini vóru klár til at skrivað undir og tí er eingin avtala við Ísland. Um Damanaki hevði sett tiltøk í verk móti Íslandi í fjør sum vit mæltu til vóru vit ikki komin í hesa støðuna.

ES fíggjarmálaráðharrin, sum í morgun umboðaði kommisjónina vegna Mariu Damanaki, segði at hóast tað ikki var eyðnast at fingið semju so vóru partarnir í einari jaligari tilgongd. Men Maria Damanaki fer sum støðan er í løtuni ikki at hótta við handilstiltøkum, men hon hevði merkt sær tað sum tinglimir bóru fram.