Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aðalfundur og kvøldseta hjá Norðoya Javnaðarfelag

Tíðindaskriv

Norðoya Javnaðarfelag hevur aðalfund í Spaniastovu fríggjadagin tann 21 mars. Eftir aðalfundin verður skipað fyri kvøldsetu.

Norðoya Javnaðarfelag hevur aðalfund í Spaniastovu fríggjadagin tann 21 mars. Eftir aðalfundin verður skipað fyri kvøldsetu.

Skráin er hendan:
Klokkan 19.00 verður aðalfundur hjá Norðoya Javnaðarfelag.

Klokkan 20.00 skipar Norðoya Javnaðarfelag fyri kvøldsetu har bæði politikkur og tónleikur verða á skránni. Eisini verður ábit við onkrum afturvið at fáa.

Nakrir áhugaverdir persónar fara at hava framløgur eftir Pecha Kucha leistinum, har hvør persónur hevur eitt upplegg um eitt evnið, ið hevur týdning fyri viðkomandi. Tónleikabólkurin “Quarter to three” spælir nøkur løg. Kvøldsetan endar við kjaki. Tiltakið endar kl. 22.00.

Øll Javnaðaráhugaði eru hjartaliga vælkomin, eins og nýggir limir kunnu tekna seg.

Heilsan

Norðoya Javnaðarfelag

Harleyfacadeacryl