Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umboð fyri Tvøroyrar býráð á vitjan í Klaksvík

John William Joensen

Týsdagin í hesi vikuni vóru umboð fyri Tvøroyrar býráð á vitjan hjá Mentanardeildini í Klaksvík. Talan var um Mentanarnevnd Tvøroyrar býráðs, sum vildu kunna seg um savnsviðurskiftini her.

Týsdagin í hesi vikuni vóru umboð fyri Tvøroyrar býráð á vitjan hjá Mentanardeildini í Klaksvík. Talan var um Mentanarnevnd Tvøroyrar býráðs, sum vildu kunna seg um savnsviðurskiftini her.

Forkvinnan í Mentanevnd Klaksvíkar býráðs, Signhild V. Johannesen, og Óluva Klettskarð, nevndarlimur tóku ímóti.

Í Mentanarnevdnini hjá Tvøroyrar býráð sita: Anita Vibergsdóttir, forkvinna, Jens Johannesen og Marit Poulsdóttir. Skrivari er Jónleyg Bech.

Við í ferðalagnum vóru eisini Poul Arne Holm, formaður í Tvøroyrar Fornminnafelag og Kári Jespersen, søgufrøðingur.

Høvið varð eisini nýtt at vitja runt á stovnum í Klaksvík. Fyrst sóu tey Norðhavnina, siðani økið Úti í Grøv og útibarnagarðarnar har Fjallafípan og Útistova, sum hugtóku gestirnar.

Eisini varð vitjað á Bókasavninum, har Annika Egholm, bókavørður greiddi frá, og so var rúm tíð sett av at síggja og hoyra um Norðoya Fornminnasavn, har Jógvan Ravnsfjall, savnsleiðari og Andras Sólstein, savnsvørður vístu runt og greiddu frá