Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið bræv frá Føroya Reiðarafelag

Føroya Reiðarafelag

Føroya Reiðarafelag fegnast um, at tað hevur eydnast føroyskum fiskiveiðimyndugleikum at fáa í lag strandalandaavtalu við Noreg og ES um makrel fyri árini 2014 – 2018. Strandalandaavtalan trífaldar føroyska býtispartin av heildarkvotuni.

Føroya Reiðarafelag fegnast um, at tað hevur eydnast føroyskum fiskiveiðimyndugleikum at fáa í lag strandalandaavtalu við Noreg og ES um makrel fyri árini 2014 – 2018. Strandalandaavtalan trífaldar føroyska býtispartin av heildarkvotuni.

Føroya Reiðarafelag gleðist eisini yvir, at fiskiveiðisamstarvið við ES er tikið uppaftur. Somuleiðis vænta vit, at fiskiveiðisamstarvið við Noreg kemur í rættlag ein av komandi døgunum.

Eftir er at fáa í lag avtalu millum strandalondini um at áseta heildarkvotuna fyri svartkjaft umframt at náa fram til felags fatan við ES um norðhavssildina. Føroyar verða ikki partur av sildaavtaluni fyri 2014, men tað skilst, at verður funnið fram til felags fatan um norðhavssildina, fer ES at taka av handilsforðingarnar mótvegis Føroyum.

Verða hesi viðurskiftini greidd í næstum, hava føroyskir fiskiveiðimyndugleikar framt eitt avrik, ið eigur rós uppiborið.

Fyri fiskivinnuna hevur tað stóran týdning at kunna veiða fiskin røttu árstíðina og á teimum leiðum, har tað loysir seg best at fiska. Tí eru avtalurnar um atgongd at fiska makrel í norskum og ES sjógvi eisini virðismiklar. Somuleiðis hevur tað týdning, at okkara marknaðarviðurskifti eru greið, soleiðis at fiskurin kann seljast til tann marknað, ið gevur besta prísin. Fyri makrelveiðuna eru nú útlit fyri, at hetta verður støðan í næstum.

Tað eru tó ikki bara hesi viðurskiftini, ið einsamøll avgera, um veiðiliðið fær sum mest burturúr sínum rættindum. Hesi árini, meðan vit hava ment okkara makrelfiskiskap í heimasjógvi, hevur fiskiskapurin verið skipaður á ymiskan hátt frá ári til ár. Fleiri skipabólkar, ið hava tikið lut í makrelfiskiskapinum, hava verið noyddir at fiska av felagskvotum, sum tíverri ofta føra til kappfisking ta tíðina av árinum, tá ið fiskurin ikki er bestur og prísurin tilsvarandi lágur.

Strandalandaavtalan um makrel er, saman við avtalum um atgongd at fiska í norskum og ES sjógvi, gylt høvi at skipa viðurskiftini á ein hátt, ið loyvir skipunum at leggja fiskiskapin soleiðis til rættis, at størst møguligt virði fæst burturúr fiskirættindunum hjá hvørjum einstøkum skipi. Hetta gerst best við at lata skipunum eginkvotur.

Føroya Reiðarafelag fer tí at heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum og politisku flokkarnar um at finna felags stev um at geva øllum skipabólkum, ið taka lut í makrelfiskiskapinum, tryggar karmar og frælsi at fáa sum mest burturúr. Tað gagnar skipunum og tað gagnar landinum.

­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­