Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bygginevndin arbeiðir undir sera trongum korum

John William Joensen

Tá ein lesur fundarfrágreiðingar og brævasamskifti hjá bygginevndini, sum er sett at standa á odda fyri renoveringini av Klaksvíkar Sjúkrahúsið sæst at sera langt er ímillum tey ynski sum fagkunnleikin á Sjúkrahúsinum ynskir sær og tað sum politiskur vilji er til at fremja.

Tá ein lesur fundarfrágreiðingar og brævasamskifti hjá bygginevndini sum er sett at standa á odda fyri renoveringini av Klaksvíkar Sjúkrahúsið sæst at sera langt er ímillum tey ynski sum fagkunnleikin á Sjúkrahúsinum ynskir sær og tað sum politiskur vilji er til at fremja.

Ein innanhýsis meting av viðurskiftunum á Klaksvíkar sjúkrahúsið lýsir eitt sjúkrahús sum politiskt hevur verið niðurraðfest seinastu 25 árini. Fram til 2011 var arbeitt við ítøkilgum ætlanum at byggja nýtt sjúkrahús í Klaksvík, men eftir ein fund í Heilsumálaráðnum í maj 2011 var greitt at politiskur vilji var ikki at byggja nýtt í Klaksvík.

Ítøkiligar ætlanir vóru at savna alt heilsuligt virksemið á einum stað, men eftir hendan fundin er greitt at politiskur vilji er ikki til annað enn eina renovering av sjúkrahúsinum.

Fimm milliónir verða avsettar í trí ár (15 mió.) men av hesum skal eisini peningur brúkast til vanligt viðlíkahald og nú klárt er at fara undir renoveringsætlanirnar eru einar 12 -10 mió. kr. eftir at brúka.

Samstundis hevur Karsten Hansen gjørt nevndini greitt at verður ikki farið til verka í ár fellur peningurin burtur og tá peningur ikki er til meira hevur leiðslan á Sjúkrahúsinum valt at fremja eina ætlan sum fagligi parturin á Sjúkrahúsinum ikki metir er nøktandi til tann tørv sum Sjúkrahúsið hevur.

———-

Niðanfyri endurgeva vit brot úr fundarfrásøgnum

Fundarfrásøgn 23. oktobur 2012, kl. 14

Fundur í bygginevndini – umbyggjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Selma Davidsen (SD) umboð fyri HMR, Bárður í Baianstovu (BÍB) umboð fyri byggideildina hjá Landsverk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (JP), Jona Nielsen (JN) og Regin Olsen(RO) fyri KS. Svanhild Isaksen, skrivari.

Til dagsins fund eru evnini:

1. Umbygging og renoveran (tilfar sent við telduposti frá (JP) dagfest 14. oktobur 2012)

2. Arbeiðssetningur v.m. (tilfar sent við telduposti frá (HE) dagfest 15. oktobur 2012)

3. Landsverk, ymisk uppskot um prísir v.m. og hvat kann setast í gongd í hesum árinum.

(HE) bað bygginevndina um bert at koma við uppskotum, sum eru í tráð við byggisamtyktina.

(JP) tók málið um flytan av vaskarínum upp, vísandi til reglur á økinum, og vísti til fakligar kanningar við atliti til rúm, bakteriur v.m. Hann býtti út tilfar og kravdi at ein kvalifiserað niðurstøða verður gjørd, áðrenn víðari verður arbeitt við flytanini. (HE) spurdi um ikki sama mannagongd verður at brúka í samband við umbygging/renoveran av skurðstovu, sterilsentral v.m. (JP) upplýsti at á skurðøkinum eru ikki so harðar treytir.

(BíB) upplýsti at Landsverk altíð tók atlit og fylgdi galdandi reglum á økinum.

(JP) segði at skrivið, sum (HE) hevur sent deildarstjóranum í Heilsumálaráðnum 8.mars 2011, ikki var viðgjørt í leiðsluni. (HE) viðmerkti at innihaldið varð viðgjørt á fundi, sum leiðslan hevði við táverðandi landsstýrismann, Axel V. Johannesen, men møguliga vóru upphæddirnar ikki heilt tær somu.

(JP) vísti á at bygginevndin skuldi halda seg til “tillagaður arbeiðssetningur fyri Bygginevndina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi”

(BíB) bað bygginevndina um at gera eina fullfíggjaða byggiskrá. Fyri at náa besta úrslit skal ein byggiskrá gerast koncentrera og uppá stutta tíð

(HE )vil hava innført, at um bygginevndin tekur upp evnir um flytan av uppgávum til Landssjúkrahúsið, so er tað ikki bara vaskaríið, sum skal umrøðast, og nevndi sum dømir sterilcentral og ortopedkirurgi. (JP) og (JN) upplýstu at tey ikki visti um nakað sjúkrahús, sum brúkar sterilsentral uttan fyri sjúkrahúsið. (JP) upplýsti at Landssjúkrahúsið ikki hevur førleikan at taka yvir ta ortopedkirurgi, sum verður framd á KS.

(JN) helt ikki nakra meining verða, at sita í hesum forum, um hetta var málsetningurin. (RO) upplýsti at hann er sterkt ímóti at niðurleggja funktiónir á KS.

(BíB) vísti á at alfa og omega er at fáa byggiskránna uppá pláss áðrenn farið verður víðari.

(SD) upplýsti at HMR kann fara í løgtingið við einari CA tekning. CA tekning er restjáttan, sum verður flutt yvir ár.

(JN) spyr hvat munur er á uppskoti hjá (JP) og kostnaðarætlan sum Landsverk hevur gjørt. (BíB) upplýsti at ein munur er at útskiftan av lyftu og ístandgerð av høvuðstrappum ikki broytir uppá bygningsgeometriina, men hann vil tó kanna munin.

(JN) spyr um byggiloyvi til kommununa kann søkjast paralelt við innsendan av møguligum tilfari til brunaumsjón. (BíB) upplýsti, at samstundis sum tekna verður arbeiðir Landsverk partvíst saman við kommunu og brunaumsjónini.

Við tað at leveringtíðin til tól v. m. er long, heldur (JP) tað verða átrokandi at fáa greiðu á hvat møguliga skal bíleggjast. (BíB) helt at bygginevndin fyrst skal gera eina raðfesting. Niðurstøðan er at (SD) skal kannað treytirnar fyri bílegging og levering, meðan (BíB) skal kanna trygdarviðurskfi v.m., ið eru galdandi fyri sjúkrahús vaskarí.

(JN) helt tað verða umráðandi at brúka pening til deildirnar, áðrenn peningur verður nýttur aðrastaðni, og mælti til at fara í gongd við at gera byggiskránna.

(BíB) skal kanna mannagongdir fyri hvussu ein byggiskrá kann verða gjørd.

(JP) spyr nær arbeiðið á Deild A kann byrja.

(JP) kom við einum uppskoti at keypa fyri 3,74 mio. og hyggja uppá útrokningar frá LV á 1,75 mio.

Útfrá royndum aðrastaðni á stovninum metir (HE) ikki, at samanbinding millum skurðdeild og deild M, sum krevur inntriv í trý støð, verða eina góða loysn. Vísti á trupulleikar, sum hava staðist av lekum aðrastaðir í húsinum, og væntaði at vinningurin var minimálur í mun til trupulleikar, sum møguliga kunnu koma.

Tosa varð um uppskot til tekningar frá (JP). (BíB) helt at bíðast skuldi við at kjakast um uppskotið, til byggiskráin er gjørd.

(BiB) bað bygginevndina framyvir senda møguligt tilfar til (HE) i góðari tíð. (HE) skal síðani samla upp og senda tilfarið til Landsverk.

(HE) endaði fundin við at siga, at framhaldandi arbeiði í nevndni verður at fara fram saman við deildar- leiðaranum á Landsverki.

Næsti fundur verður ásettur skjótast gjørligt

Fundur lokin kl. 15:45.

——–

Fundarfrásøgn 02. mei 2013, kl. 10.00

Fundur í bygginevndini – umbyggjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) umboð fyri byggideildina hjá Landsverk, Jóannes Petersen (JP) arkitektur, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN), og Regin Olsen (RO) umboð fyri KS. Nýggjur limur Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) beyð vælkomin og setti fundin.

Framhald frá seinasta fundi 22. apríl. Jákup hevði sent útgreinað yvirlit yvir skurðgongd, rúm fyri rúm við funktion og innrættan, tól v.m. Hetta varð gjøgnumgingið av (Jákup) og verður tikið í byggiskrá.

Svanhild og Heri fóru av fundinum millum kl. 11:00 og 12:00 (annar fundur)

Eftir ábitið gjøgnumgekk (JN) líknandi yvirlit fyri seingjadeild, t.v.s. rúm fyri rúm og hvat skal vera í rúmunum. Hetta verður eisini tikið við í byggiskrá. Einstøk rúm eru ikki við enn, men koma við til næsta fund.

Tosa varð um ymisku ynskini o.s.v.

KL. 14:30 fóru Jona, Jákup, Terji, Bárður og Svanhild av fundinum meðan Jóannes, Regin og Heri tosaðu víðari um tekniskir spurningar og ymisk punkt í byggiskránni.

Byggiskráin verður framhaldandi dagførd til næsta fund.

Fundur lokin kl. 15.30.

Næsti fundur verður hósdagin 16. mei 2013, kl. 10.

——-

Fundarfrásøgn 16. mei 2013, kl. 10.00

Fundur í bygginevndini – umbyggjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) umboð fyri byggideildina hjá Landsverk, Jóannes Petersen (JP) arkitektur, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN),Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

Fundurin byrjaði við at víst varð runt á sjúkrahúsinum frá kl. 10 til 13. Formligi byggifundurin varð settur kl. 13 á Klaksvíkar Sjómansskúla.

(HE) beyð vælkomin og setti fundin. Hann vónaði at nevndin kom at arbeiða skjótt og at komið varð so langt sum møguligt.

(TP) nevndi at landsstýrismaðurin trýsti á at fáa arbeiðið í gongd, og legði stóran dent á at fáa byggiskránna lidna so skjótt sum gjørligt fyri at fáa játtanina brúkta í ár. (JN) spyr hvat hendir, tá byggiskráin er liðug, (BíB) svaraði at næsti parturin av arbeiðnum er at gera eitt skipanaruppskot, sum meira ítøkiliga útgreinar tað, ið gerast skal. (BÍB) skal kannað við baklandið, hvussu verður við útbjóðan v.m. Hann vil arbeiða fyri at fáa tað klárlagt í morgin, og senda svarið til (HE) og (TP).

(Jákup) spyr (TP) hvssu gongst við málinum, at fáa atgongd til fermetrarnar á Røktarheiminum. (TP) svarar at Karsten Hansen, landsstýrismaður vil gjarna hava fleiri fermetrar, men má tosa við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannaráðum. (Jákup) sigur, at sum áður framført, er tað ein fortreyt fyri útbyggingini, at atgongd fæst til fleiri fermetrar á Røktarheiminum.

(HE) framførdi, at ein møguleiki er at taka tekningarnar fram, og diskutera fermetrabýtið av nýggjum við stýrið fyri Norðoya Røktarhem. Hann upplýsti, at teir fermetrar, sum liggja á gøtuhædd, verða í dag brúktir til dagtilhald (Búðatrøð), fimleikarhøll og fyrisiting hjá Røktarheiminum. (JN) helt tað var gott, um møguligt var at fáa ein part av 4. ella 5. hædd. (Viðmerking: t.v.s. á sjálvari røktardeildini!)

(Jákup) framførdi at umráðandi er at fáa avklárað, um fleiri fermetrar fáast frá Røktarheiminum. Hann helt tað vera ómøguligt at fáa nøktandi úrslit undir verandi fermetrum. (TP) metti at best var at fara í gongd við arbeiðið og brúka pengarnar, har møguligt er at fara í gongd.

Sum framhald frá seinasta fundi gjøgnumgingu (HE), (RO) og (Jákup) byggiskránna saman við (JP), við tí tilfarið, sum er komið síðan síðsta fund.

(TP) spurdi um møguligt er at samstarva við Landssjúkrahúsið um sterilcentral. (JN/Jákup) hildu ikki, men tað kundi kannast. (HE) nevndi eitt uppskot var at “ofra” aðra skurðstovuna til sterilsentral.

(JP) gjørdi vart við, at um smoga ikki kemur, kann virksemið ikki fungera. Eitt er politiskt, annað er hvussu arbeiðsumstøðurnar blíva í framtíðini. Ein avleiðing kann verða, at neyðugt verður at steðga við kirurgi á sjúkrahúsinum. (TP) svaraði, at so má hann tosa við landsstýrismannin, sum hevur avgerðandi myndugleikan.

(BíB) vísir á, at byggiskráin skal lýsa ynskir og harvið logistikkin.

(TP) hevði viðmerking til (Jákup), at farast má víðari, sjálvt um fermetrar ikki eru tøkir til ta framløgu hann hevði.

(HE) upplýsti at á røktarheiminum eru umleið 500 fermetrar á veghædd.

Síðani varð tosa um gula hús og vaskaríið. (HE) metti, at játtanin ikki røkkur til eisini at fáa gula hús sett í stand. Avgerð er ikki tikin til hvat húsið skal brúkast til. Uppskotini er fleiri t.d. hospice, fyrisititng, móttøkuhølið, framsýningar v.m. Møguliga er vert at tosa við Fornminnissavnið og kommununa um hvat húsið í framtíðini kann brúkast til.

(HE) upplýsti at vaskaríðið er ótíðarhóskandi og í ringum standi. Um tað verður flutt út úr húsinum, verða uml. 100 fermetrar tøkir.

(RO) nevndi nýtt uppskot. Fasilitetir til tøkni, verkstað, goymslir og vaskarí v.m., kunnu flytast til bygningin har Betesda heldur til í dag. Hetta er fyrrverandi møbilhandilin hjá “Hvalvík”. Bygningurin stendur mitt ímillum nýggja røktarheimið og sjúkrahús/røktarheims økið. Nevnt varð, at eitt samstarv við Almannaráðið kundi verið áhugavert við tað at Nærverkið hevur kostnaðarmikið leigumál aðrastaðir í býnum. Umrøddu húsini eru stór, og har er pláss fyri fjøltáttaðum virksemi. Eik eigur bygningin og kann hann keypast fyri millum 3 og 3,5 mió. (JN) helt ikki at hetta skal fíggjast av hesi játtan.

(TP )helt at hinir limirnir í bygginevndini høvdu betur skil fyri hvussu bygningurin skal innrættast og eftirlýsti at fáa arbeiðið liðugt skjótast gjørligt, so farast kann undir at prioriterað innanfyri íløgujáttanina, ið er avsett.

(BíB) segði, at nú verður farið í gongd við at ruddað upp í inniverðandi byggiskrá og eftirfylgjandi verður gjørt skipanaruppskot. Ringt er at seta tíð á. (BíB) skal tosa við sín leiðara, um hvør skal gera skipanaruppskotið.

(JN/Jákup) bóðu um at fáa at vita í góðari tíð, nær arbeiðið við at skifta vindeygu v.m. verður gjørt. Avtalað varð, at (JN) og (jákup) hava fund við Andreas Josephsen í morgin, fyri at leggja eina ætlan.

(JN) eftirlýsti nær arbeiðið við elevatorinum verður gjørt liðugt.

(HE) tók samanum.

—–

Fundarfrásøgn 11. juni 2013, kl. 10.00

Fundur í bygginevndini – umbyggjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) umboð fyri byggideildina hjá Landsverk, Jóannes Petersen (JP) arkitektur, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN),Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og setti fundin. Hann upplýsti at byrja verður við at gjøgnumganga byggiskránna. Eftirfylgjandi skal støða takast til, hvussu víðari skal farast fram við sjálvari umbyggingini. (BíB) kunnaði um at (JP) fer at tosa við brúkarabólkarnir, fyri at tryggja at einki er yvirsæð. (BíB) upplýsti, at byrja verður við útbjóðan av 5. hædd, tí har er lættari at fara í gongd, tí á 4. hædd eru viðgerardeildirnar.

(BíB) gjøgumgekk byggiskránna saman við nevndini. Ymiskar tillagingar/rættingar vórðu gjørdar.

Fyri at arbeiðið kann fara í gongd skjótast gjørligt, verður valt at brúka “undirhonds útbjóðingarháttin”.

(TP) vísti á at játtanin skal brúkast í hesum fíggjarárinum. Tosað varð aftur og fram um raðfesting.

(JN) mælti til at peningurin verður brúktur so nær sjúklinginum sum gjørligt.

Fundur lokin kl. 14:00.

—–

Fundarfrásøgn 18. juni 2013, kl. 10.00

Fundur í bygginevndini – umbyggjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) umboð fyri byggideildina hjá Landsverk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN), Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og vónaði at hetta varð ein av seinastu fundunum.

(TP) helt at arbeiðið í bygginevndini skuldi helst gerast liðugt í dag, tí ikki eru ráð at bíða.

(BÍB) gjøgnumgekk fyrst byggiskránna og síðani rúmskemaðið. Tillagingar og broytingar vórðu gjørdar.

(BíB) upplýsti, eftir at hava kannað á Landsverk, at ikki er møguligt at brúka “undirhonds útbóðingarháttin”, sum ætlanin var. Arbeiðið skal bjóðast út í innbodnari licitatión.

(Jákup) vísti á mailasamskifti við Jóanis Erik Køtlum, ið tá var fyribilssettur aðalstjóri. Hann skrivar, at tað er í lagi, at gera eina samanbinding við brúgv. (TP) sigur seg hava aðra fatan enn Jóanis Erik Køtlum, fyrrv. aðalstjóra. Hann og Turið Arge, aðalstjóri hava somu fatan, t.v.s. ikki samanbinding við brúgv. (TP) legði dent á, at byggjaríið skal farast fram innanfyri inniverandi karmar og verklagslóg.

Uppá fyrispurning frá (TP) um bygginevndin er kunnað um mailin frá táverandi aðalstjóra, Jóannis Erik Køtlum, svaraði (Jákup) at hann munnliga hevur kunnað bygginevndina.

(BÍB) segði at verklagslógin skal haldast í samband við at umbyggja og umvæla Klaksvíkar Sjúrkahús. (JN) vísti á arbeiðið, ið var gjørt uttanum verklagslógina iltsentralur/elevator.

(Jákup) sigur, at hann hevur arbeitt í bygginevndini undir skeivum fortreytum um ikki samanbinding verður gjørd, og at hann í so fall vil taka sítt ískoytið aftur. Hann vísti á, at uttan samanbinding er ikki møguligt at hava skurðviðgerðir á KS. Sum dømi nevndi han, at skurðgongin kundi flutt til eina gongd á Røktarheiminum.

Rúmskemaðið:

(TP) bað um at fáa sett ynskir fram, soleiðis at krónutal og ynskir hanga saman. (TP) skeyt upp at hava nýggjan fund í morgin um neyðugt, tí vit hava eina deadline. (JP/JN) vilja hava eina kostnaðarætlan fyri inniverandi ynskir, áðrenn farið verður at raðfesta.

(TP) vísti á, at bygginevndin má vita hvat hon ynskir. (JN )segði, at ynskini eru at seingjadeildirnar verða lagdar saman, og at núverandi deild M gerst partur av skurðdeildini við tað at ambulatoriir flyta inn á gongina, har deild M er í dag. Eisini nevndi hon at Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur sagt, at KS fær hølir frá Røktarheiminum (Hetta er tað bygginevndin hevur arbeitt við)

(HE) kunnaði um eina tekning, ið varð gjørd fyri 2 árum síðani, sum í alternativið 2 vísir júst tað sum nevndin arbeiðir við. Kostnaðurin tá var umleið 9. mió. kr. uttan mvg og innbúgv.

(TP) helt at ynskir og játtan hanga ikki saman. (JN) segði at eingi tøl hava verið á borðinum undir bygginevndarfundunum.

(TP) bað einaferð enn um at byrja kjak um raðfesting. (JP) nevndi aftur at kostnaðarmeting skuldi gerast, áðrenn farið verður undir at raðfesta.

Eftir útrokning av fermetrum(ynskjum) x krónur á rúmskema, kom kostnaðurin á 5.hædd til 10. mio.

(TP) hevði ta fatan á síðsta fundi, at arbeiðið bleiv liðugt í dag. Hann eftirlýsti, hvussu víðari skal farast fram.

(BíB) svarar, at hann ger arbeiðið við rúmskemanum liðugt, og sendir endaligt tilfar til bygginevndina í morgin.

Niðurstøða: Mail frá Bárður við endaligari byggiskrá og kostnaði.

(TP) spyr um vit eru samd um strukturin. Seingjadeild og ambulatorium eru lýst. (TP) spyr (BíB) um útbóðingin er innanfyri tíðarfreistina og hvussu langa tíð tað tekur. (BíB) sigur seg ikki kunna upplýsa hvussu langa tíð tað tekur.

——–

Fundarfrásøgn 23. juli 2013, kl. 14.00

Fundur í bygginevndini – umbyggjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) umboð fyri byggideildina hjá Landsverk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN),Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og nevndi at hesin fundur var komin skjótt í lag. Fyrst í juli var ætlanin annars at senda boð til landsstýrismannin um hvør støðan var í nevndini til umbyggingina og biðja um at landsstýrismaðurin tók støðu. (TP) hevur síðani ynskt eina breiðari semju um hvussu farast skal fram, so tað er sjúkrahúsið og ikki ráðið, sum avgerð arbeiðsgongdina.

(TP) spurdi tí bygginevndina um ikki møguligt var at fáa eina innanhýsis semju heldur enn at avgerðin verður tikin uttanífrá. Hann hevði tosa við hygiejnuráðgeva, William Smith, um loysnir á reinføri og sterilcentral. (TP) spurdi um “brúgvin” millum gongirnar á 5. hædd kundi verið eitt uppskot og um at fara í gongd við 5. hædd sum skjótast.

(Jákup) starvsfólk orka ikki meira, og vil tí verða við til semju, t.v.s. byrja við 5. hædd og so arbeiða víðari við ambulatoriugongd. Nevndi, at hetta ikki loysir trupulleikarnar við skurðstovuøkinum á KS. Hetta má so takast upp aftur á hægri stað, t.v.s. politiskt.

Nevndin annars, (JN), (RO) og (HE), er samd um at halda fram.

Landsverk gera eina kostnaðarætlan.

(JN) er samd at farast skal í gongd við 5. hædd. Hon heldur ikki at vit kunnu halda starvsfólk henn longur. Hon spyr (BíB) hví hann ikki fyrr er komin við niðurstøðuni, (teldupost 3. juli 2012) og um man ikki burdi gjørt eina byggifrøðiliga kanning um ger av smogu. (BíB) segði seg hava sagt tað fleiri ferðir, men at hann kundi havt skrivað tað fyrr.

(Viðmerking frá BíB) Havi so mangan sagt, at tað ikki er víst at smogan er nøkur góð loysn, og at tað eigur at vera upp til nevndina at vísa á krøv, tørv og ynskir, men tað er sum um smogan hevur verið eitt trupult kardinalpunkt. Havi eisini sagt, at tað eigur at verða latið upp til tann ráðgevan sum fær uppgávuna, at vísa á møguligar loysnir, og finna tær loysnir, sum eru tær best nøktandi í mun til byggiskránna, tí onnur eygu kunnu síggja aðrar loysnir.

Einasta ein byggifrøðilig kanning kann vísa er, um tað fysiskt er gjørligt at byggja omaná dekkið. Tað er tað, men tað hevur við sær avleiðingar, m.a. tær avleiðingar , sum eg fyrr havi víst á.

Niðurstøða:

1. (BÍB) endurskoðar byggiskrá og sendir til limirnar. Landsstýrismaðurin verður kunnaður. Útbjóðing.

2. Raðfesta songjardeild og ambulatorium, og venda aftur til skurðdeild.

3. (TP) ásetur fund við landsstýrismannin.

Fundur lokin kl. 15.

——

Fundarfrásøgn 16. desembur 2013, kl. 14.30

Fundur í bygginevndini – umbyggjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) umboð fyri byggideildina hjá Landsverk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN),Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Við á fundinum vóru eisini Jóhann Laksaáfoss (JL) og Karl Martin Klein (KMK) frá Arkitektar 99 og Pætur Húsgarð (PH) frá PB-Consult. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og nevndi at síðani seinasta fund hjá bygginevndini í Heilsumálaráðnum, hevur verið arbeitt við at finna ráðgevaravirki og síðani at gera tíðarætlan. Fyrra tíðarætlanin, ið varð gjørd í hesum sambandi, varð ikki góðtikin av landsstýrismanninum. Nevndin situr tí nú og her við eini nýggjari tíðarætlan, ið er munandi stytt. Uppgávan hjá nevndini er at finna eina loysn hesum viðvíkjandi. Tá 2014 er lokið skal arbeiðið við umvælingini eisini vera lokið.

(BíB) nevndi at tá tíðin nú er so knøpp, er ein møguleiki at arbeiði verður boðið út í innbodnara listation, har bara tær fyritøkur sum hava starvsfólk nokk at gera arbeiði, verða bodnar við. Hann fyrisló at lukka eina deild heilt niður.

(JP) spyr hví tíðin er knøpp. (TP) svarar at sambært játtanarreglunum er 31.12.14 síðsta freist, og at Landsstýrismaðurin leggur dent á, at tíðarfreistin verður hildin. Landsstýrismaðurin fer ikki í tingið at framleingja játtanina.

(HE) greiður frá at møguligt er at fara í samband við Klaksvíkar Kommunu skjótast gjørligt fyri at skunda undir mynduleikaviðgerðina. Upplýst var at so skjótt sum skipanaruppskotið er liðugt, verður kommunan kunnað.

(HE) skeyt upp, at tímalønt fólk sleppa inn at fyrireikað hølini til umbygging, t.d. bróta niður og koyra burtur. Hetta merkir, at tá hondverkararnir koma á staðið, er klárt at byrja.

(Jákup) spyr nær arbeiðið á deild A byrjar. (BíB) upplýsti at tá skipanaruppskotið er liðugt, kann arbeiðið byrja. Tað eru limirnir í brúkarabólkinum sum koma við uppskotið til arkitektarnir, sum síðani gera skipanaruppskotið.

(TP) spyr um tá tann fyrsti brúkrafundurin longu verður útsettur til januar, hvat annað kann so ikki ganga galið, og fyrisló, at fyrsti brúkrafundurin verður 20. desembur 2013.

(JN) spyr hvat hevur forða fyri at sáttmálin ikki er undirskrivaður. (BíB) upplýsti at undirskrivanin hevur bíða til hesin fundurin hevur verið.

(JN) upplýsti, at um knapt verður við tíðini, kunnu brúkarafundir vera um kvøldið.

(TP) spyr um tey eru klár at tillaga virksemi á sjúkrahúsinum undir umbyggingini. (JP/JN) hildu at við ávísari planlegging, skuldi tað verið møguligt.

Tosa varð um at gera avtalu við Norðoya Røktarheim, um at fáa seingjarpláss til láns í byggitíðini.

(TP) spyr hvat avleiðingin verður, um tíðarætlanin ikki verður hildin. Upplýst varð at dagbøtur er vanliga avleiðingin, men er hettar ikki galdandi, um tað er Landsverk ella bygginevndin, ið seinkar arbeiðnum.

Niðurstøða:

1. Sáttmálin verður undirskrivaður í morgin

2. Brúkarafundur verður 8. januar 2014

3. Byggifundur verður áðrenn byrja verður at bróta/ríva niður. Hetta fyri at bygginevndin skal fáa høvi at meta um tiðarætlanina til ta tíð.

Fundur lokin kl. 16

——-

Fundarfrásøgn 6. februar 2014, kl. 14.00

Fundur í bygginevndini – umbyggjan og umvælan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Bárður í Baianstovu (BÍB) umboð fyri byggideildina hjá Landsverk, Heri Ellingsgaard (HE), Jákup Petersen (Jákup), Jona Nielsen (JN), Regin Olsen (RO) umboð fyri KS og Terji Petersen (TP) umboð fyri HMR. Við á fundinum vóru eisini Jóhann Laksáfoss (JL) og Karl Martin Klein (KMK) fráArkitektar 99. Svanhild Isaksen, skrivari.

(HE) bjóðaði vælkomin og nevndi at síðani seinasta fund hjá bygginevndini hava brúkarafundir verið við leiðarar. Síðani vórðu øll starvsfólk boðin til kunningarfundir, har arkitektar 99 luttóku. Fyri at øll starvsfólk skuldu fáa høvi at luttaka, vórðu 4 kunningarfundir hildnir. Hesin fundurin í dag er tí fundurin har bygginevndin tekur saman um og endaliga góðkennir skipanaruppskotið.

(BíB) helt at brúkarafundirnir vóru positivir og starvsfólk vóru engageraði.

(JP) hevur fleiri spurningar til arkitektarnar, harímillum um baðirúmini lúka tey krøv, sum sett eru av myndugleikunum, um fermetrakrøvini pr. song, og vísti hartil á ymiskar manglar á báðum hæddum.

(JL) vísir á, at júst avbjóðingin í projektinum er at arbeiða innan somu rammur, sum eru í dag. (JP) vísur á, at útfrá tí verður plásstørvurin ikki nøktaður. (TP) vísir til lógina fyri umbyggjan og umvælan av sjúkrahúsinum.

(JL) heldur at fundurin er við at fara av sporinum. Hann vísir til at fundur hevur verið við fleiri starvsfólk, og hava teir fingið feedback, og helt at gott var um tú/JP eisini hevði verið við. (BíB) sigur við (JP) at hann kemur við viðmerkingum, sum hann kundi komið við í januar. (JP) svarar at hann tá hevði frí.

(JP) pástendur at sambært galdandi standardum fyri sjúkrahús, eru bert pláss fyri max. 14 seingjarplássum. (JN) viðmerkti, um bygt verður sambært teimum krøvum Jákup tosar um, og vit bert koma at hava 14-15 seingjarpláss, so hava vit onki sjúkrahús. Krøvini, ið talan er um, eru fyri nýbygging av seingjardeildum.

(BíB) vísir á at neyðugt er at fyrihalda seg til verðandi karmar. (BÍB og JL) vísa á at standardir eru fyri nýggj byggjarí.

(HE) spyr um at tað nú skal arbeiðast við nýggjum standardum, heldur enn at fyrihalda okkum til eina renovering. Vísur á, at antin verður húsið renoverað ella verður einki gjørt! Vit fáa ikki eitt nýtt sjúkrahús!

(JN) eftirlýsti einum svari frá landsstýrismanninum, um at fáa atgongd til fleiri fermetrar frá Røktarheiminum. (TP) upplýsti, at eingin avgerð er ikki tikin í málinum um tillutan av fermetrum á Røktarheiminum. Sambært landsstýrismanninum er politiskur meiriluti fyri verðandi íløgujáttan.

(BíB) helt at kjakið um fleiri fermetrar og størri játtan hevur verið, og útfrá tí skulu vit fyrihalda okkum til verandi byggiskrá.

(JP) vísti á, at starvsfólk vístu sína misnøgd við verðandi tekningar. (BíB og JL) vístu á at teir høvdu aðra uppfatan, nemliga at tey vístu seg at vera nøgd á teim kunnandi fundunum.

(HE) vísti til fundin við landsstýrsimannin í fjør, har landsstýrismaðurin gjørdi bygginevndini heilt greitt, at hetta arbeiði skal gerast liðugt í ár, also 2014. (TP) vísti á, at landsstýrismaðurin hevur álagt bygginevndini og landsverk at fyrihalda seg til verklagslógina, sum er fortreytin løgtingið hevur givið.

(JP) staðfesti, at verður hetta gjøgnumført, so verður ikki arbeiðsligt á sjúkrahúsinum. Hann vil hava heilsumyndugleikarnir at góðkenna verkætlanina hvat 4. hædd (OP-økinum) viðvíkur.

(TP) spyr hinir limirnir í byggnevndini, um tey ætla at steðga ella gjøgnumføra projektið. Hann hevur varhugan av at starvsfólkini eru nøgd.

(HE) vísti á at starvsfólk vóru væl nøgd við kunnanina, sum var í síðstu viku.

(JP) hevur lovað ikki at vera ímóti at farið varð ígongd við seingjardeildini. Hinvegin vil hann hava myndugleikarnar uppí tá farið verður í gongd á 4. hædd (skurðgongina), t.d. landslæknan og sundhedsstyrelsen/heilsumyndugleikan. Samanumtikið hevur hann sera nógvar atfinningar og viðmerkingar til 4. hædd.

(TP) spyr (JP) um vanligt er at heilsumyndugleikar eru við í smb. við bygging. Sjálvur situr hann í bygginevndini fyri Landssjúkrahúsið og har hava heilsumyndugleikarnir ikki verið við í viðgerðini.

(TP) spyr hini í bygginevndini, sum arbeiða á sjúkrahúsinum, um starvsfólkini eru samd við (JP). Sjálvur er hann ikki heilsustarvsfólk ella ekspertur. (JN) svarar at eingin av starvsfólkunum, sum arbeiða saman við (JP) halda hetta er tað ideella, og sjálv heldur hon tað ikki verða tað mest ideella, men ynskir hon at farið verður í gongd.

(HE) tók samanum, at farið verður í gongd við 5. hædd. Síðani verður farið í gongd við 4. Hædd. Samstundis verður tosað við starvsfólk, sum arbeiða har og heilsumyndugleikar.

(HE) spyr (JP) um, alt annað líka, – tá tit fáa 250m2 fermetrar afturat, er hettar so ikki er ein betran av arbeiðsumstøðunum á 4. hædd sum heild, bæði fyri læknar og starvsfólk, og bæði fyri ambulanta virksemi og virksemið sum heild? -.

Síðani varð hugt eftir tekningum, broytingar og tilpassingar vórðu gjørdar, serliga á 4. hædd.

(JP) spyr um inventar, tól v.m, kann keypast av játtani.

(JN) spyr um peningur skal setast av til list. (BÍB) upplýsti at praksis er 1.5% av byggijáttanini. (TP) viðmerkti at møguligt er at lána list.

Niðurstøða:

Arbeitt verður víðari við fullari ferð á 5. hædd, samstundis sum arbeitt verður við at tekna 4. hædd.

(TP) skal kannað um heilsumyndugleikarnir skulu gera eina góðkenning.

(JP) vil hava kunnan um afturlating av seingjadeildini, 3 mánaðar áðrenn byrjað verður.

Tosað varð um, at 1. mei í løtuni ljóðar sum dagurin tá farið verður í gongd við at taka ymiskt niður á deildini og rudda út, t.v.s. umleið 3 mánaðir frá í dag.

Arkitektarnir koma við eini tíðarætlan í komandi viku, so boð kunnu gevast sum skjótast.

Fundur lokin kl. 16:30

LES MEIRA HER