Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ við dreymabyrjan og fullum stigatali

Jákup Ósá

Lagið í Klaksvík er gott eftir sigur móti einum av FM favorittunum í ár. Tað vóru eyðkendir leiklutir hjá KÍ toppskjúttanum og liðskiparunum, tá KÍ í dag vissaði sær 3 stig og harvið fult stigatal eftir tvey umfør í Effodeildini.

Lagið í Klaksvík er gott eftir sigur móti einum av FM favorittunum í ár.

Tað vóru eyðkendir leiklutir hjá KÍ toppskjúttanum og liðskiparunum, tá KÍ í dag vissaði sær 3 stig og harvið fult stigatal eftir tvey umfør í Effodeildini.

80 minuttir vóru farnir, tá støðan var 0-0 og har Víkingur var liðið, sum hevði spælt betri og skapt fleiri møguleikar. Tríggjar ferðir rakti bólturin stengurnar hjá útiliðnum. Men móti leikgongdini skoraði KÍ móti endanum. Og tað var sum vit kenna KÍ seinastu tvey árini: Hjalgrím Elttør legði upp og Páll A. Klettskarð skoraði!

Útlendingarnir og Meinhardt

Men tað var eitt KÍ lið, sum á einum minni góðum degi vann 3 týðandi stig. Í KÍ málinum var Meinhardt Joensen stórspælandi og frammanfyri hann var Jonas Flindt Rasmussen sannførandi. Serliga seinastu løtuna, tá hann vann alt í nærdystum, tá Víkingur royndi at trýsta, men sum ongantíð kom til nakað hesa løtuna. Á miðvøllinum var Ndende Adama Gueyé eitt av fáu ljós punktunum í fyrra hálvleiki og hann hevur fingið eina góða byrjan á KÍ miðvøllinum.

Sostatt hevur KÍ fult stigatal eftir tveir torførar dystir móti ÍF og Víkingi. Ein dreymabyrjan uttan at hava havt stórspælið frammi hjá klaksvíkingum, har fótbólts feburin er í topp í løtuni!