Ídag hevði Líðhamar 8.000 pund av várleiðini, Kallanes 7.000 pund og Bragd hevði 6.000 pund. Dagurin ígjár royndist heldur betur, tá Kallanes hevði 11.000 pund, Bragd 9.00 pund og Líðhamar 6.000 pund. Men hertil er at siga, at hetta er brúkiligur fiskiskapur, og nógv betur enn um somu tíð í fjør.




