Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sólin byrjar at skína

John William Joensen

Nú vársólin byrjar at skína og bátarnir byrja at kenna fisk er lagið so mikið gott og framtíðarvónirnar tær allarbestu at ein spyr seg sjálvan hvat búskaparfrøðingar nú fara at koma við fyri at fáa hetta vent til okkurt negativt, sigur skiparin á snellubátinum Karlamagnus sum síðani í gjár hevur snellast norðanfyri og higartil hevur hála 12.000 pund inn um lúnningina.

Magnus Johansen, letur væl at fiskiskapinum norðanfyri.

– Vit hava havt ein lorta vetur, men nú skínur vársólin aftur og tá menn aftur kenna fisk so vita vit at tað gongur móti bjartari tíðum. Hann sigur fínasta veður komandi dagarnar so lagið og hugurin er tann allarbesti. Eg má spyrja um vit ikki hava tað fantastiska gott í Føroyum? Eg haldi at tað gongur somikið gott at tað verður alsamt truplari hjá búskaparfrøðingum at venda hetta til nakað nekativt, sigur skiparin speirekandi.

Sambært honum høvdu Karlamagnus og Havsbrún fiskað 3.000 pund í part higartil í morgun. Í gjár fekk Karlamagnus 9.000 pund.