Parkinsonfelagið er eitt sera virkið felag sum seinastu tíðina hevur verið á ferð og skipað fyri fundum kring landið fyri fólk við Parkinson og avvarðandi. Gjárkvøldi var seinasti fundurin á hesum sinni í Hamragarði í Vági og næsta stóra átakið er altjóða Parkinsondagin, fríggjakvøldið 11. apríl kl. 19.30, tá stór stuðulskonsert verður í Norðurlandahúsinum, har har nógv kend nøvn fara at syngja og spæla.

Parkinsonfelagið felagið ásannar at fólk við parkinson og teirra avvarandi í stóran mun eru slept upp á fjall og í mongum føri ikki vita hvønn tey skulu venda sær til og tí hevur felagið sett sær fyri at fara eina rundferð kring landið at kunna um tað sum felagið arbeiðir við, praktisk viðurskifti og samstundis geva fólki upplýsingar um hvørji nýggjastu tíðindini eru frá altjóða granskingini.
Fundir hava verið í Samljóð í Skopun,
Hamragarði í Vági,
Heimið við Vágna í Klaksvík,
Á Sýnuni í Miðvági,
Løkshøll í Runavík og
MBFhúsið í Tórshavn.
Konsert í Norðurlandahúsinum
Næsta stóra átakið verður altjóða Parkinsondagin, sum er fríggjadagin 11. apríl og klokkan 19.30 fríggjakvøldið verður stór stuðulskonsert í Norðurlandahúsinum, har fleiri av kendastu tónleikarunum í Føroyum fara at framføra
· Lena Anderssen og Niclas Johannesen
· Høgni Reistrup
· Holgar Jacobsen
· Jens Marni Hansen
· Blueberry Jam Session
· 17 sangarar
· Guðrun Sólja Jacobsen og Eyðun Ásason
· Rannvá Vesturklett
Niclas Heri Jákupsson verður frásøgufólk á stuðulskonsertini.
Høvuðsendamálið við konsertini er fyrst og fremst at varpa ljós á sjúkuna og felagið, og samstundis at savna pening til arbeiðið hjá felagnum.
Atgongumerki á kr. 190,- kunnu keypast á heimasíðuni og í móttøkuni hjá
Norðurlandahúsinum:
Parkinson-duettin
Eftir fundin á Hamragarði vóru nevndarlimirnir í parkinsonfejagnum boðin inn til Trond Nolsøe, sum flestu føroyingar kenna frá sterka TB liðnum sum vann meistaraheiti í 80unum.
Skrivarin í felagnum slapp at syngja duett saman við stóru fótbóltsfyrimynd síni, og sjálvandi var trivið í ein KÍ sang. Jú blíðskapurin var óførur.