Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Varðin í Gøtu: Vit verða noyddir at umhugsa at selja alt virksemi

John William Joensen

Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum í Gøtu, sum umframt at eiga fleiri skip í pelagiskuvinnuni eisini eiga 70% av stóra uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri, sigur at um ógrundaðar øsingar herferðir skulu verða grundarlag undir framtíðar fiskivinnupolitikkinum er neyðugt hjá okkum at umhugsa møguleikan at selja alt virksemið meðan tíð er.

Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum í Gøtu sum umframt at eiga fleiri skip í pelagiskuvinnuni eisini eiga 70% av stóra uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri, sigur at um ógrundaðar øsingar herferðir skulu verða grundarlag undir framtíðar fiskivinnupolitikkinum er neyðugt hjá okkum at umhugsa møguleikan at selja alt virksemið meðan tíð er.

Ágangurin á okkum sum eru í vinnuni er rættiliga ógvusligur í løtuni og orðaskiftið verður stýrt av búskaparfrøðingum við eini politiskari dagsskrá sum er ræðandi. At vit bráddliga verða burtur úr ongum ákærdir fyri at hava tikið eina milliard burtur úr vinnuni er fullkomiliga burturvið. Men vit hava upplivað hesar øsingarherferðirnar so ofta og vit eru ikki blindir fyri tí at hetta hevur eittans endamál og tað er at øsa fólk og harvið ávirka politisku skipanina.

Tað er rætt at feløgini hjá okkum seinastu árini hava tjent nógvar pengar – og tað er sera týdningarmikið at tey gera tað tí tað hevur kosta okkum nógv at koma hertil sum vit eru í dag og vinnutólini hjá okkum eru sera kostnaðarmikil.

Á aðalfundinum 2012 kundu vit staðfesta at felagið hevði stórt yvirskot, men vit samtyktu einmalt at brúka alt yvirskotið til at byggja eitt stórt virkið á Tvøroyri. Í 2013 brúktu vit orku uppá at keypa tvey skip soleiðis at føroyingar megnaðu at fiska ásettu kvotuna. Høvdu vit ikki gjørt tað, so var stórur vandi fyri at eini 30.000 tons høvdu verið ófiskað. Og tit kundu hugsa tykkum hvussu støðan hevði verið um føroyska samráðingarevndin hevði møtt til fundar við kravi um meira tilfeingi til fólksinsogn høvdu føroysk vinnuvirkir ikki megna at fiskað kvotuna.

Hetta er ikki fyrstuferð at tøl við ongum skili verða tveitt út bara fyri at skapa øsing. Teir búskaparfrøðingar sum fáa nógva rúmd í miðlunum hava teir flestu eina politiska dagsskrá og um hetta skal verða grundarlagið undir framtíðar fiskivinnupolitikkinum, so verða vit noyddir at fyrihalda okkum til tað og so er tíðin komin at selja alt virksemið.

Tað skal eingin útbúgving til at rokna út at skulu vit fáa nøktandi prís fyri virksemið hjá Varðanum, so mugu vit selja til útlendingar.

Eg kann leggja afturat at vit seinastu 6 árini hava gjørt íløgur fyri hálva miliard krónur, í virkir og skip og munnu tað verða mong sum hava fingið gleði av hesum.