Myndarøð: Hóast harða mótstøðu frá Fleyr so vann Mjølnir eina sera spennandi FM finalu í gjár.
Hóast harða mótstøðu frá Fleyr so vann Mjølnir eina sera spennandi FM finalu í gjár.
Fleyr vann fyrsta settið, síðani vann Mjølnir tey bæði næstu settini og Fleyr tað fjórða settið.
Men avgerandi settið vann Mjølnir 15-13 og soleiðis enn ein spennandi dyst 3-2.
Í gjárkvøldið hittust spælarnir uppi hjá Berit Norðoy og lagið var sjálvandi gott, tí tær høvdu nógv at hátíðarhaldi – greipuna.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri bankaði eisini uppá og hevði ein kekk undir arminum. Við hesum kekki og einari eggjandi røðu, har hann ynskti til lukku og takkað spælarunum fyri frálíka spælið, sum so oftani fyrr hevur borið á mál – seinastu fýra árini á rað við greipuni.
15.februar skrivaði Norðlýsið: “Mjølnir hevur fyri fjórða árið á rað vunnið steypakappingina hjá kvinnum. Tað hava tær gjørt sannførandi. Tær smurdu Fleyr av 3-0”.
– Vit eru errin av tykkkum! endaði borgarstjórin.
Liðforkvinnan, Jastrid Sivertsen takkaði fyri og fegnaðist um heiðurin. Hon takkaði eisini teimum ungu spælarunum fyri dunasemi, og at tær høvdu víst ábyrgd á liðnum. Tina Purkhús ynskti eisini til lukku og takkaði borgarstjóranum fyri góðu venjingarumstøðurnar, býráðið hevur veitt Mjólni.
Jú, lagið var gott og veðri eisini, sum sæst á onkrari av myndunum.




