UMMÆLI
Tórður Jóansson:
Brethren in the Faroes
Fróðskapur, 2012
Brøður í Føroyum
Sprotin, 2013
Tá ið tað í 2012 frættist, at Tórður Jóansson, sum gjørdist gudfrødingur á sínum gomlum døgum eftir eitt langt lív sum lærari, aktivur á vinstravonginum og íðin samfelagsdebattørur, var í ferð við at skriva PhD-ritgerð um Brøðurnar í Føroyum, ella baptistarnar, sum fólk uttanfyri samkomuna ofta taka til, vóru helst nógv, bæði millum fólk innan- og uttanfyri Brøðrarørsluna, sum hugsaðu, hví so var, og hvussu tað mundu fara at spæla av.
Vinstrahalli samfelagsrevsarin vísindaliga at greina eina andaliga rørslu og søgu og avrik hennera!?
Fróðarfólk, føroyingar eins og útlendingar, hóast fáir í tali, hava skrivað og talað um avrik høvundans sum vísindamaður, og vísir hann seg at hava staðið prógv og væl tað.
So – ikki meira um tad vísindaliga. Míni ørindi eru, sum yvirsskriftin sigur, at framføra nøkur leikmannasjónarmið í einum ummæli, sum helst er merkt av, at hetta er mín debút á mentanarpallinum – so haldi mær til gódar, hóast eg vóni at kunna lata nakað, sum onnur kenna seg aftur í.
Mín fyrsta hugsan, tá ið eg beinanvegin ognaði mær ritgerðina á enskum máli, var, at hetta verkið mátti eisini koma út á føroyskum – av fleiri orsøkum:
Hetta millum annað av tí, at hóast stórur partur av føroyingum eru hampuliga væl fyri at samskifta á enskum máli, so er tað altíð torførari at nema sær fult forstáilsi,
tá ið eitt evni verdur framført á formellum máli sum skrivtmáli, og ikki minst, á vísindaliga máli.
Og syndarligt hevði verið, um hetta skuldi verið stongt øki fyri størri parti av føroyska fólkinum, sum á henda hátt kundi fingið økta sakliga vitan um eina stóra og týðandi átrúnaliga og samfelagsliga rørslu, sum Brøðrarørslan má sigast at hava verið og framvegis er í Føroyum. Hetta eisini tí, at tað er í eini vissari mótsøgn til, at Fólkakirkjan og heimamissjónin longu, sum vera man, eru rættiliga væl viðgjørdar.
Ikki tí, tá ið eg eftir fáum døgum hevði gloypt allari bókini við eini ferð, sum eg annars bert klári, tá talan er um krimi-søgur, má eg viðganga, at mínir fordómar um vísindarligar tekstir vóru horvnir – tí hóast nógvar vísindaligar útgreiningar í bókini, sum eru grundarlagið í slíkari viðgerð, og sum eg ikki allar skilti, so var bókin lættlisin; og kemur hetta helst av TJs royndum sum formidlari og ikki minst av, at hann við hepnari hond hevur nýtt persónligar samrøður við limir í brøðrasamkomum sum amboð bæði at greina vísindaliga og sum frásøgutól til okkum leikfólk.
Fyri meg, sum ikki eri aktivur í trúarsamkomu, men sum hinvegin eri ógvuliga áhugaður í samfelagssøgu og samfelagsviðurskiftum yvirhøvur, hevur bókin verið ein kelda til vitan, sum eg áður bert hevði nomið mær sporadiskt sum vinmaður, starvsfelagi og medborgari hjá einstaklingum í brøðrasamkomum.
Við umsetingini til føroyskt, sum eg frá byrjanini sá sum eina sjálvfylgju, havi eg – og vónandi onnur við mær – fingið eitt meiri samlað innlit í lív og veru í Brøðrarørsluni, og í hennara leiklut í føroyskari søgu, í málmenning, vinnulívi, politikki og andaliga lívinum hjá umeið 15% av føroyska fólkinum.
Eitt, sum hevur undrað meg, er, at bókin hóast bæði vælgjørt til innihalds og skrivað á góðum og løttum føroyskum, hevur fingið so forholdsvís lítla umrøðu í miðlum og millum manna í mun til, hvat annars er vanligt í Føroyum; og tað er atvoldin til hetta eyðmjúka ummælið, skrivað m.a. í teirri vón, at onnur fáa hug at leita sær nýggja vitan um ein føroyskan samfelagsbólk, sum relativt mett eftir fólkatali í stødd hevur sett heimsmet, og hvørs ávirkan samfelagsliga og andaliga hevur verið rættiliga týðandi fyri fólk og tjóð.
Gerið sum vit – latið hana sum gávu til tykkara børn, sum eiga at kenna eisini hendan partin av Føroya søgu.
So at enda tillukku til Tórð fyri avrikið og til Føroyar, at enn ein týðandi partur av okkara søgu nú er til taks á altjóða stigi bædi til innihalds og í formi av einum snøggum bókaverki!
Tommy Petersen,
um páskamundið 2014,
Jerusalem




