Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsins umboðsmaður hartar býráðsleiðsluna fyri ikki at hava svara Norðlýsinum

John William Joensen

“… kann eg staðfesta, at ongi av hesum (Red: skjølum) viðvíkja nakrari avtalu millum borgarstjóran og fyrrverandi stovnsleiðaran. Hetta haldi eg, at kommunan átti at havt svarað klagaranum, annaðhvørt beinanvegin ella tá kommunan hevði fingið klaguna til mín til ummælis….” skrivar løgtingsins umboðsmaður. Leiðslan í Tórshavnar Kommunu hevur ikki enn svara Norðlýsinum.

“… kann eg staðfesta, at ongi av hesum (Red: skjølum) viðvíkja nakrari avtalu millum borgarstjóran og fyrrverandi stovnsleiðaran. Hetta haldi eg, at kommunan átti at havt svarað klagaranum, annaðhvørt beinanvegin ella tá kommunan hevði fingið klaguna til mín til ummælis….” skrivar løgtingsins umboðsmaður. Leiðslan í Tórshavnar Kommunu hevur ikki enn svara Norðlýsinum.

“…… dagfest 14. februar 2014,

varð klagan send Tórshavnar kommunu til ummælis við einari freist áljóðandi 3 vikur.

Samstundis varð Tórshavnar kommuna biðin um at lata umboðsmanninum øll skjøl í málinum til láns.

Við skrivi, dagfest 17. mars 2014, minti umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu á málið og heitti á kommununa um at lata sær frágreiðingina og skjølini beinanvegin.

Tann 19. mars 2014 lat Tórshavnar kommuna umboðsmanninum frágreiðingina um viðgerðina av málinum saman við skjølunum í málinum.

Við teldubrævi 26. mars 2014 hevur klagarin gjørt soljóðandi viðmerkingar:

“Sum eg síggi málið – tosar kommunan uttan um. Norðlýsið vil ikki hava innlit í málið um fíggjaróskil á nevndum kommunalum stovni.

Norðlýsið vil bara hava leiðsluna í kommununi at svara, um skuldsetti leiðarin, sum eisini var býráðslimur, fekk tilboð frá borgarstjóra um at rinda pening aftur – fyri at umgangast at melda til løgregluna.

…”

Umboðsmaðurin helt síðani fram við viðgerðini av málinum.

Eftir at hava gjøgnumgingið skjølini í málinum, sum Tórshavnar kommuna hevur latið mær í

sambandi við viðgerðina av hesi klagu, kann eg staðfesta, at ongi av hesum viðvíkja nakrari avtalu millum borgarstjóran og fyrrverandi stovnsleiðaran. Hetta haldi eg, at kommunan átti at havt svarað klagaranum, annaðhvørt beinanvegin tá innlitsáheitanin varð sýtt, ella tá kommunan hevði fingið klaguna til mín til ummælis, og tað ikki longur kundi vera nakar ivi um, at klagarin bað um innlit í skjøl, sum eftir øllum at døma ikki eru til skjals, og sum innlit tískil ikki kann latast í.

Undir partshoyringini hevur klagarin harumframt viðmerkt, at hann ynskti leiðsluna í kommununi at svara, um stovnsleiðaranum stóð í boði at rinda pening aftur. Til hetta skal eg stutt viðmerkja, at ein borgari ella fjølmiðil hevur einki krav uppá at fáa eina viðmerking frá einum myndugleika til eitt mál. Myndugleikin ger sjálvur av, um hann ger viðmerkingar til eitt mál ella ikki.

Hvat viðvíkur grundgevingini hjá Tórshavnar kommunu um at nýta § 13, stk. 1, nr. 3 sum grundgeving fyri at sýta innlit, skal eg viðmerkja, at tá Norðlýsið søkti um innlit, hevði Tórshavnar kommuna latið løgregluni málið til víðari kanningar. Talan er sostatt um eitt fyrisitingarligt mál, sum er byrjað í Tórshavnar kommunu, men sum endar við eini avgerð hjá Føroya Landfúta, um grundarlag er fyri at reisa ákæru ella ikki. Tað er tí fútin, sum tekur endaligu fyrisitingarligu avgerðina í hesum málinum, og sambært § 15, stk. 1 í innlitslógini er tað eisini fútin, sum skal taka avgerð um, hvørt innlit skal ella kann verða givið í skjølini frá myndugleikanum. Eg havi áður havt høvi at taka støðu til klagur, sum snúgva sum um rættin til innlit í mál, sum eru latin løgregluni og fari at vísa til niðurstøður mínar í j.nr. 200400028 um sýtan av innliti í skjøl hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og j.nr. 200900036 um sýtan av innlit í mál hjá Mentamálaráðnum.

Burtursæð frá hesum viðmerkingum geri eg ikki meira við málið…..

Í dag tann 8. Apríl 

hevur Norðlýsið enn einki frætt frá býráðsleiðsluni um hvørt nevndi býráðslimur fekk eitt tilboð ella ikki.

Men kanningarnar hjá umboðsmanninum staðfesta at eingi skjøl eru sum vísa at býráðslimur skal hava fingið tilboð um at afturrinda pening fyri at umgangast at málið varð sent til politi.

Tað var í desember 2013 at Norðlýsið fekk eitt anonymt bræv har leiðslan í Tórshavnar Býráð verður ákærd fyri at hava bjóða býráðslimi hjá Javnaðarflokkinum ein møguleika at rinda pening aftur í samband við mál um fíggjar óskil á frítíðarskúlanum, har hesin var leiðari. Av tí at brævið var sera útgreinandi avgjørdu vit at senda brævið til býráðsleiðsluna men Kommunan noktar fyri at geva innlit og at viðmerkja málið vísandi til at tað er melda til løgregluna. Norðlýsið kærdi til kommunala eftirlitið, sum staðfesti at kommunan hevði heimild til at nokta innlit í málið. Norðlýsið avgjørdi at kæra hesa niðurstøðu til løgtingsins umboðsmann vísandi til at vit ynsktu ikki at fáa innlit í málið um fíggjaróskil men bara at fáa greitt at vita um skuldsetti býráðslimurin fekk tilboð um at rinda pening aftur.

Men hóast LUM nú staðfestir at eingi skjøl eru sum vísa at tílíkt tilboð var givið hevur býráðsleiðslan ikki enn vilja svara Norðlýsinum henda sera greiða spurning.