Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ternan klár

Dávur Winther

Arbeiðið uppá Ternuna verður liðugt í dag og siglir Ternan aftur á Nólsoyarleiðini frá í morgin, fram til 23. apríl, tá hon fer í sigling á Sandoyarleiðini, meðan Teistin er á beding, skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.

Strandferðslan bjóðar vanliga slík arbeiði út og hevði Klaksvíkar Sleipistøð lægsta boðið uppá árliga viðlíkhaldsarbeiðið uppá Ternuna í ár. Arbeiðið hevur m.a. snúð seg um annan høvuðsmotorin, botnvintilar, málingaarbeiði og ymiskt annað.

Nakað av arbeiðinum hevur verið gjørt, meðan skipið hevur ligið við kai, men hevur Ternan eisini verið upp á betingini, sum kann hava størri skip uppi enn Ternuna.

Av Klaksvíkar Sleipistøð frættist eisini, at teir skulu saman við øðrum gera eitt størri umvælingararbeiði á nýggja Sildberan – Eisini fegnast teir størliga um nýggja havnalagið, frá Bedingskaiini til Kósakaiina, sum júst er tikið í nýtslu. Hetta lættir nógv um og ger alt bæði lættari og arbeiðsligari, verður sagt av Klaksvíkar Sleipistøð.