Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klettskarð væntar javnan dyst í morgin

Jákup Ósá

KÍ toppskjúttin stríðist sjálvur við ein skaða og er ivasamur til dystin sunnudagin.


Er ikki í toppform

Páll A. Klettskarð heldur, at hansaraformur higartil í ár hevur verið merktur av, at hann hevur sitiðnógv uttanfyri við skaðum.

– Eg sat tilsamans uttanfyri í umleiðein mánaða áðrenn kappingin fór í gongd. Og tað havi eg følthevur ávirkað. Tað tekniska og fysiska ávirkast, men annars erieg hampuliga væl fyri, men langt frá tí optimala, sigur Páll.

Nøgdur við byrjanina

KÍ hevur 6 stig av 9 møguligumhigartil í landskappingini, meðan tað ikki var nakar trupulleikiat spæla seg víðari í steypakappingini, har liðið vann tryggan5-0 sigur móti 1.deildarliðnum 07Vestur. Í landskappingini erPáll toppskjútti hjá KÍ við tveimum málum av teimum skoraðufýra málunum. Hann er nøgdur við byrjanina.

– Tað hevur sæð gott út, um vithyggja eftir úrslitunum. Tað var líka hasin HB dysturin, sum varheldur keðiligur. Men vit hava enn ikki spælt tann besta fótbóltiní nøkrum dysti, men hinvegin hava vit stríðst væl, heldur hann.

Hann dugur illa at siga, um KÍ liðiðí ár er sterkari enn tað í fjør.

– Vit hava styrkt tey røttu plássini.Leikarar sum Jonas og Ndende rigga væl til okkara hóp og gevaliðnum aðrar dygdir enn áðrenn, meðan Rodrigo breiðkar væl umhópin. Men hinvegin, so hava vit eisini mist onkrar góðarleikarar, heldur hann.

Spennandi sunnudagin

Sunnudagin við Margáir móti EB/Streymi,so er er hetta eitt lið, sum KÍ skal meta seg eftir, tí heimaliðiðliggur vanliga í toppinum.

– Tað er trupult at siga, hvat fyridyst vit kunnu vænta sunnudagin. Seinastu dystirnar eru ofta nógv mál komin íhesum dystunum millum EB/Streym og KÍ. EB/Streymur plagar at vera ítoppinum, so tað er eitt lið, sum vit skulu meta okkum eftir. Egvænti ein javnan dyst, har vit fara eftir øllum trimum stigunum, umtú spyrt meg, sigur Páll A. Klettskarð.

Sjálvur er KÍ toppskjúttin ivasamur til dystin í morgin móti EB/Steymi. Norðlýsið hevur upptakt seinni við tí feskasta úr báðum feløgunum.