Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hevdi ongar trupulleikar av AB

Jákup Ósá

KÍ vann í dag tryggan 4-1 sigur móti AB.

AB hevdi truplar umstøður til dystin við bæði venjaraskifti og nógvum skaðum. KÍ spældi hinvegin sín besta leikliga dyst í ár.

Fyrri hálvleikur var hampuliga javnur, men KÍ fekk málini og skapti eisini teir stóru møguleikarnar. Sørmundur Kalsø skoraði eftir horna áðrenn Hjalgrím Elttør – sum var sannførandi – økti til 2-0 eftir innlegg frá Henry Heinesen.

Í seinna hálvleiki skuldi AB minkað um munin beinanvegin, men teir misnýttu og so kundi KÍ koyra ein tryggan sigur heim. Rodrigo Silva økti og Páll A. Klettskarð skoraði til 4-0, áðrenn Dion Splidt minkaði um munin til 4-1, tá KÍ hevði skift sínar álopsleikarar út og at síggja til slappaði meir av. 4-1 var endaliga úrslitið. Fyrri parturin av seinna hálvleiki var tað besta, sum vit hava sæð KÍ í ár og sum heild var talan um eitt gott avrik frá heimaliðnum i dag.

KÍ hevur 9 stig, medan AB hevur 4 stig eftir 5 umfør. Næsta dyst spælir KÍ á heimavølli móti Skála, meðan AB spælir á útivølli móti B68.