Leygardagin 26.apríl verður árliga flaggdagshaldið hjá Føroyingafelagnum á skránni. Aftur hesaferð savnast vit saman í grøna umhvørvinum í Universitetsparkini, har børnini kunnu leika frítt.
Leygardagin 26.apríl verður árliga flaggdagshaldið hjá Føroyingafelagnum á skránni.
Aftur hesaferð savnast vit saman í grøna umhvørvinum í Universitetsparkini, har børnini kunnu leika frítt.
Røðari í ár verður Ingemar Djurhuus, ið er útbúgvin jurist og er ein okkum føroyingum, sum hevur verið búsitandi longst í býnum.
Eisini fara fosturlandssangir at fylla parkina, umframt at ein góður og heitur drekkamunnur verður at fáa.
Tiltakið byrjar kl.15, og adr. er Victor Albæks Vej 1.
Øll eru hjartaliga vælkomin




