Hósdagin 24. apríl fer Betesdakórið eina fimmdaga ferð til Danmarkar. Íblásturin til ferðina er innbjóðing frá Føroyingafelagnum í Odense, ið skipar fyri flaggdagshaldi fríggjadagin 25. apríl, har Árni Helmsdal heldur flaggdagsrøðuna. Flaggdagshaldið verður kl. 16 í Nordatlantisk Hus í Odense, sum er vinarbýur hjá Klaksvík.
Hósdagin 24. apríl fer Betesdakórið eina fimmdaga ferð til Danmarkar. Íblásturin til ferðina er innbjóðing frá Føroyingafelagnum í Odense, ið skipar fyri flaggdagshaldi fríggjadagin 25. apríl, har Árni Helmsdal heldur flaggdagsrøðuna. Flaggdagshaldið verður kl. 16 í Nordatlantisk Hus í Odense, sum er vinarbýur hjá Klaksvík.
Aftaná flaggdagshaldið (kl. 16.30) hevur Betesdakórið sangløtu í hesum sama bygningi, ið varð liðugur og tikin í brúk í fjør. Bygningurin kann sigast at vera eitt “norðurlandahús” í Odense fyri grønlendingar, íslendingar og føroyingar, har felagsskapir fyri hesi trý londini skipa fyri tiltøkum av ymsum slagi. Hesaferð er tað so Føroyingafelagið í Odense, ið skipar fyri tiltøkum í sambandi við flaggdagin.
Seinnapartin leygardagin verður farið við bussi til Aalborg. Hvørt fyrsta vikuskifti í mánaðinum skipar samkoman í Malta, Hirtshals fyri ferðsuður á landat halda møti ymsastaðni, og leygarkvøld hava tey føroyskt møti í Bethaniakirken í Aalborg. Møtið er tó á hesum sinni flutt til síðst í mánaðinum í sambandi við ferðina hjá kórinum. Møtið verður leygarkvøldið kl. 19.00 við í høvuðsheitum kórsangi og stuttum boðskapi.
Bethaniakirken er møtisalurin hjá Missionsforbundet í Aalborg, og Betesdakórið er ikki ókendur gestur hjá teimum. Kórið vitjaði har fyrstu ferð í 1967 og síðani í 1969 og 1996.
Aftaná møtið í Bethaniakirken leygarkvøldið verður koyrt til Hirtshals, har steðgað verður tvær nætur. Samkoman í Malta er vertur, og verður sangmøti har sunnukvøldið kl. 18.00.
Betesdakórið steðgaði á í Hirtshals á veg til Schweiz í 1987 og hevði sangmøti í Nordsjøcentret, og á Danmarkarferðini í 1996 vitjaði kórið eisini Malta.
Á øllum trimum støðum verður ein drekkamuður aftaná møtið við høvi at heilsa uppá og práta við fólk. Øll eru vælkomin til møtini.
Fullmannað Betesdakór telur knapt 70 fólk, men við á Danmarkarferðini eru 45 sangarar og leikarar. Kórleiðarar eru Árni Jacobsen og Torkil Mørkøre.
Leiðin liggur heim aftur mánadagin 28. apríl.




