Flaggdagin 25. apríl klokkan 17.30 verður flaggdagshald í skúlanum á Fossánesi. Tað verður Absalon í Buð, ið kemur at halda flaggdagsrøðuna. Umframt flaggdagsrøðuna verða tveir felagssangir á skránni. Flaggdagshaldið er partur av einum størri mentunartiltaki, sum, umframt flaggdagshald, hevur kvøldskúlaframsýning og musikkskúla konsert á skránni.
Mentunartiltakið byrjar við kvøldskúlaframsýning kl. 16.00. Kvøldskúlaframsýningin er opin til kl. 20.00.
Klokkan 17.00 hava næmingar í musikkskúlanum á Fossánesi konsert fyri áhoyrarunum. Eftir konsertina er flaggdagshaldið á skránni.
Klokkan 18. 00, eftir flaggdagshaldið, verður ein drekkamunnur at fáa í skúlanum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




