Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

IRF hevði 3,5 mio. kr í avlopi í 2013

Tíðindaskriv

IRF hevur havt aðalfund á Hotel Hafnia í dag, har millum annað roknskapurin var lagdur fram.

Bruttoúrslitið gjørdist 45,74 mió. kr, sum er 1,28 mió. kr verri enn í 2012. Rakstrarúrslitið gjørdist

eitt yvirskot á 3,48 mió. kr, sum er 0,67 mió. kr verri enn í 2012, men 2,14 mió. kr. betri enn mett frammanundan.

Inntøkurnar eru 0,73 mió. kr. lægri enn í 2012, meðan útreiðslurnar eru 0,15 mió. kr. hægri.

Samlaðu íløgurnar í 2013 vóru 7,93 mió. kr. Av hesum vóru 5,89 mió. kr. gjørdar í nýtt Spilloljuverk, Móttøkuhøll til serliga dálkandi burturkast og í Brennistøðina. 0,14 mió. kr. vóru gjørdar í ymiska útgerð. 1,14 mió. kr. vóru gjørdar í ruskpláss og bingjur, og 0,76 mió. kr. vóru gjørdar í endurnýtsluskipanina.

Samlaða lánsskuldin er 3,08 mió. kr. lægri enn í 2012, meðan rentuútreiðslurnar eru 0,07 mió. kr. lægri.

Fíggjarstøðan javnvigar við 135,08 mió. kr í 2013, í mun til 132,81 mió. kr í 2012.

Aðalfundurin samtykti eisini at hækka limagjaldið fyri 2015 við 10 kr. fyri hvønn íbúgva. Ruskgjaldið hækkar úr 1.090 til 1.095 kr fyri hvønn íbúgv, og rottangagjaldið hækkar úr 185 til 190 kr fyri hvønn íbúgva um árið.

Vinarliga

IRF

Poul Andrias Joensen

Harleywoodpaint