Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brúkiligur fiskiskapur hjá Jákup B undir Íslandi

Oliver Joensen

Jákup B fór av Klaksvík fyrst í arpíl mánaða og hevur fiska útivið 150 tons við Ísland.  Fyri løtu síðani tosaðu vit við Grím Lassen umborð á Jákup B. Gríkur sigur, at teir fóru fyrst vestur á Jøklagrunnin, men har fingu teir illa royndt fyri toski, síðani fluttu vit á Eldeygabankan, har var eitt sindur av hýsu, men at enda gjørdist hjáveiðan av toski ov stór, so vit fluttu aftur á jøklagrunnin har vit fingu væl av hýsu men so máttu vit inn eftir at vit høvdu havt einar 5 setur. Orsøkin var, at vit fingu trupulleikar av kølivatnspumpuni, vit landaðu so eini 90-100.000 pund. Vit mistu einar tríggjar dagar her, tí tað gekst so illa at finna feilin við kølivatnspumpuni, men so fóru vit aftur á Jøklagrunnin og høvdu 8 setur og góð 100.000 pund, sum vit eisini avreiddu á Grindavík. Nú hava vit eini 60-70.000 pund inni aftur eftir 5 setur, tað mesta er longa. Nú er eisini brosman kvoterað, so tað er ikki lætt at royna eftir longu, tá hjáveiðan av brosmu skal vera lág og tað sama tá tú roynir eftir hýsu, so skal hjáveiðan av toski ikki vera meira enn 20%.

Ídag hava vit havt ein vánaligan dag, so eg veit ikki hvat Helmar Lassen, skiparin finnur uppá ímorgin. Vit fara so at seta einaferð afturat og so gongur leiðin heim. Eftir ætlan skulu vit landa fríggjadagin, sigur Grímur Lassen av Jákupi B, sum í løtuni er undir Íslandi á ísfiskaveiðu. 

Teir á Jákupi B, lata allir heilsa heima, teir hava tað allir gott. Veðri hevur verið gott næstan allan túrin, teir høvdu storm ein dag og illveður í einar tveir tríggjar dagar, tó so, teir hava drigið hvønn dag.