Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi fundur um Nólsoyar Páll

Dávur Winther

Ósáskúlanum var fullsettur í gjárkvøldið av hugaðum áhoyrarum, ið eisini sluppu at síggja og hoyra um eina spennandi byggiverkætlan, sum eftir ætlan skal standa liðug seint á heysti 2016 – kostnaður 3 mill. Tað var Áhugafelagið Nólsoyar Páll, sum er nýstovnað felag í Klakksvík, hvørs endamál er at endurbyggja bóndagarðin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð fyrst í 1800-talinum, ið hevði tikið stig til kunnandi fundin um verkætlanina.

Ósáskúlanum var fullsettur í gjárkvøldið av hugaðum áhoyrarum, ið eisini sluppu at síggja og hoyra um eina spennandi byggiverkætlan, sum eftir ætlan skal standa liðug seint á heysti 2016 – kostnaður 3 mill. Tað var Áhugafelagið Nólsoyar Páll, sum er nýstovnað felag í Klakksvík, hvørs endamál er at endurbyggja bóndagarðin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð fyrst í 1800-talinum, ið hevði tikið stig til kunnandi fundin um verkætlanina. 

Eitt model av bóndagarðinum varð sýnt fram, og harumframt nakað av lutum, sum hava samband við Nólsoyar Páll. Kókibókin hjá Apoloniu, dóttir Nólsoyar Páll og bíblian, kikarin og annað hjáNólsoyar Páll, varð eisini sýnt fram. Teir fimm sum manna nevndina eru: Archibal Black, sum setti fundin og segði frá um seinastu ferð Nólsoyar Pálls við Royndini Fríðu.

Albert Isfelt, sum kunnaði um byggiverkætlanina og kostnaðin av henni – 3 mill.

Líggjas í Bø, sum greiddi frá um Áhugafelagið Nólsoyar Páll og hvussu til ber at gerast limur í felagnum. Øll sum hava sama áhuga, sum endamálsgreinin fyri felagið: at endurreisa húsið hjáNólsoyar Páll, kunnu gerast limir í felagnum. Einki ávíst limagjald er ásett, men kann verða latið eftir áhuga og førleika.

Finnur Kjølbro, sum hevði eina søguliga hugleiðing um Nólsoyar Páll, virksemið hansara og mentanarliga týdning hansara.

Anfinn Kallsberg, sum hevði eina áhugaverda ættargreining um ættarfólk Nólsoyar Pálls. Hann vísti til bók, Ættarbandið við Nólsoyar Páll, sum kom út í 1995, at sambært henni vóru tá (1995) um 3800 ættarfólk eftirNólsoyar Páll. Í næstum kemur eindagførd ættarbók.

Nólsoyar Páll

Nólsoyar Páll er hetjan fram um allar í Føroya nýggjaru søgu. Hann hevði framúr evnir í so mangar mátar. Hevði skaldargávur, hevði upplivað stórar rembingar úti í heimi, m.a. í Fraklandi og USA, har frælsis- og fólkaræðis hugsjónir vóru komnar á breddan.

Hann setti harðliga at embætismonnunum í Tórshavn, sum vóru vanir at hóreiggja sær, sum teimum lysti og teir gjørdu alt, teir kundu, fyri at leggja Nólsoyar Pálli meinbogar í vegin.

Eitt av meistaraverkum hansara – Fuglakvæðið – varð yrkt á Biskupsstøð. Eisini yrkti hann sálmar.

Áhugafelagið Nólsoyar Pállheldur, at norðoyingar eiga at seta hesum merkismanni ein hóskandi varða, sum ætlanin er við byggiverkætlanteirrinærhendis Bakkahjallunum. Býráðið hevur fingið umsókn um lendið til endamálið og er kunnað um verkætlanina, varð greitt frá.

Áhugafelagið Nólsoyar Páll fegnaðist um,at so nógv fólk komu á fundin, og at áhugin fyri at tekna seg sum lim í felagið eisini var stórur.