Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjølbro Búnýti letur upp handil á Stongunum

Tíðindaskriv

Í framsýningarhølunum við høvuðsdyrnar hjá Kjølbro Heilsøla letur upp deild við búnýtisvørum. Latið verður upp sjálvan Tunnilsdagin sum er í morgin 3. mai frá kl. 12:00 til 16:00.

Í framsýningarhølunum við høvuðsdyrnar hjá Kjølbro Heilsøla letur upp deild við búnýtisvørum. Latið verður upp sjálvan Tunnilsdagin sum er í morgin 3. mai frá kl. 12:00 til 16:00.

Tunnilsdagin verður serligt Upplatingartilboð:

Figgjo Porselen Bollasett 7stk. Prísur kr. 500,00 íroknað mvg.

(Bollar í støddini 1,8dl til 3,3 L. Vanligur prísur kr. 840,00)


Framyvir hevur Búnýtisdeildin opið frá kl. 08.00-16.00 mánadag til fríggjadag.

Ásannandi at trupult er at fáa fatur á búnýtisvørum til tann vinnuliga marknaðin, hava vit lagt okkum serliga eftir vøruúrvali til hendan marknaðin.

Sum umboð fyri Figgjo steintoy hava vit tó eisini nógv steintoy og eisini aðrar vørur á goymslu til privata brúkaran.

Øll eru vælkomin inn á gólvið Tunnilsdagin frá kl. 12.00 til kl. 16.00 verður sagt frá Kjølbro Búnýti.

Harleywoodpaint