Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krabbameinsfelagið hevði aðalfund týskvøldið 29. apríl 2014

tíðindaskriv

Á skránni var nevndarval. Fyri vali stóðu Agnar á Dul, Katrin Kallsberg og Jákup N. Olsen. Tey vóru øll afturvald fyri eitt 2 ára skeið. Nevndin hevur skipað seg við Jákup N. Olsen, sum formanni, Aibritt á Plógv, næstformaður, Agnar á Dul, kassameistari. Hini í nevndini eru Katrin Kallsberg og Sonja Nielsen. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Johan Poulsen.

Á skránni var nevndarval. Fyri vali stóðu Agnar á Dul, Katrin Kallsberg og Jákup N. Olsen. Tey vóru øll afturvald fyri eitt 2 ára skeið. Nevndin hevur skipað seg við Jákup N. Olsen, sum formanni, Aibritt á Plógv, næstformaður, Agnar á Dul, kassameistari. Hini í nevndini eru Katrin Kallsberg og Sonja Nielsen. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Johan Poulsen.

Til ber at lesa ársfrágreiðingina við at trýsta á her.

Brot úr ársfrágreiðingini, ið Jákup N. Olsen, formaður hevði á aðalfundinum.

Vit eru errin av, at Krabbameinsfelagið hevur so stórt álit millum føroyingar. Her verður hugsað um bæði myndugleikar, privatpersónar, sjúklingar og av¬varðandi. Vit gera okkara besta, fyri at liva upp til hetta álitið. Men tað, sum er lívæðrin í felagnum, er tað munagóða arbeiðið, sum øll tey sjálvbodnu gera.

Eitt tað mest sjónliga og mest umrødda átakið hjá Krabbameinsfelagnum í 2013 var fyrireikingin til súkkluátakið Team Rynkeby Føroyar. Ein bólkur av føroyingum skal á sumri í 2014 súkkla saman við Team Rynkeby úr Danmark til París. Krabbameinsfelagið valdi at taka lut í samstarvinum, tí stuðulsátakið er bein¬leiðis í tráð við andan og kjarnuvirðini í felaganum. Tað passar eisini væl til høvið, at 35 súkklarar fyrireika seg at súkkla til París, nú felagið fyllir 35 ár í 2014.
 

Norðurlendskt samstarv

Sum formaður í Nordisk Cancer Union var eg í september 2013 á fundi í Føroyum við “Velfærdsudvalget”, sum er ein nevnd undir Norðurlandaráðnum. Endamálið var at fáa eitt tættari samstarv á krabbameinsøkinum. Á fundinum greiddi eg frá, hvussu samstarvið millum Nordisk Cancer Union, Norður¬landa¬ráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið kann mennast í framtíðini.

“Velfærdsudvalget” vísti einum framtíðar samstarvi við Nordisk Cancer Union stóran áhuga. Úrslitið var, at Norðurlandaráðið viðgjørdi uppskotið, sum var gjørt í samráð við Høgna Hoydal og Helga Abrahamsen, løgtingsmenn og limir í Norður¬landa-ráðnum, og formannin í NCU. Uppskotið varð síðani einmælt samtykt á fundi í Norður¬landa¬ráðnum í stórtinginum í Oslo í oktober 2013.
 

Norðurlendska samstarvsavtalan er eftir míni metan størsta avrikið í 2013. Tí hetta er við til at tryggja bæði verandi og framtíðar sjúklingum betri viðgerðar¬møguleikar. Avtalan styrkir eisini granskingina innan krabbamein.