Eru undir strikuni og hava sera truplar dystir fyri framman.
Eftir at B68 og Skála spældu javnt í gjár, so eru argjamenn undir strikuni, tí B68 er við sínum 5 stigum farnir 1 stig framum. AB hevur ikki vunnið síðani óvæntaða sigurin í 1. umfarinum á útivølli móti Víkingi. AB hevur eisini sera truplar dystir fyri framman.
Skráin hjá AB komandi umførini er hendan:
HB (heima)
EB/Streymur (úti)
ÍF (úti)
Sostatt er einki sum bendur á, at AB fyribils sleppur uppum niðurflytingarstrikuna. AB hevur verið hart rakt av skaðum, har serliga missurin av Morten Overgaard, sum ikki spælir aftur í nærmastu framtíð, og Jóan Símun Edmundsson hevur verið eyðsýndur umframt at stóra útskiftingin í hópinum hevur gjørt sítt til vánaligu byrjanina. AB fekk verri byrjan í fjør, tá liðið hevði 2 stig eftir 11 umfør.




