Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útisetin hesaferð: – Oyrasundskollegie er sum ein miðalstór føroysk bygd

lagt til rættis: DV

Útisetin hesaferð sleppur á heimasíðuna. Annika hevur úr at gera í hesum døgum, tí øll frítíðin fer til fyrireiking av Frigg-Festivalinum, sum fer av bakkastokki í vikuskiftinum.

Útisetin hesaferð sleppur á heimasíðuna. Annika hevur úr at gera í hesum døgum, tí øll frítíðin fer til fyrireiking av Frigg-Festivalinum, sum fer av bakkastokki í vikuskiftinum.

Navn?

Annika Steintórsdóttir Biskopstø

Parlagsstøða?

Ja, við Hera Schwartz Jacobsen

Hvar býrt tú?

Eg búgvi í Keypmannahavn, tó í millum nógvar føroyingar á Amager, á Oyrasundskolleginum!:)

Hvat lesur tú? Ella hvørjum arbeiðir tú við?

Eg lesi sálarfrøði og mentan. Annars arbeiði eg á lívslinjuni, ið er ein ráðgevingslinja tilætlað fólki, sum liva í stórum vónloysi og ringja síni seinastu neyðarróp inn til ein rúmandi móttakara. Hesar seinastu vikurnar er eisini nógv tíð farin til at fyriskipa Frigg Festivalin, sum verður um vikuskiftið.

Hvat fekk teg av landinum?

Tað var lesnaðurin fyrst og fremst. Men eisini tað, at eg havi altíð verið hugtikin av nýggjum avbjóðingum. At liva og virka í einum øðrum landi, í eitt tíðarskeið í lívinum, hevur verið tiltalandi.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?

Eg havi verið útiseti síðani 2009. Eg búði fyrst í Glasgow í eitt ár, síðani flutti eg til Keypmannahavnar í 2010. Hetta merkir, at eg havi verið undir lesnaði í skjótt fimm ár og at specialið nærkast.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?

Ja, eg trívist væl. Tað er fyrst og fremst tí, at nærum øll eru her! Lestrarumhvørvið er kveikjandi og so hevur man nógva tíð útyvir. Tað er altíð ein góð veitsla at fara til, og fólk halda væl saman. Býurin hevur nógv spennandi at bjóða og mær dámar væl veðurlagið.

Hvat tekst tú við í frítíðini?

Í løtuni fer nærum øll frítíðin til Frigg Festivalin. Men eg elski at vera í gongd, og virksemið innan mentan klári eg ikki ordiliga at halda meg frá. Annars dámar mær væl at vitja fólk og kaffistovur, ganga túrur og fara á konsert og í biograf.

Hvat er tað besta við Danmark?

At búgva á Oyrasundskollegiunum, er sum at liva í eini miðal stórari bygd í Føroyum við nógvum javnaldrum; tað er fantastiskt! Í heila tikið er tað stuttligt at vera saman við fólki, sum eru í somu ørindum. Annars dámar mær væl stórbýarmeldrin, tann fleirmentanin sum er her er hugtakandi og tey mongu inntrykkini gevandi. Mær dámar eisini væl tað danska summarið, og tað at tað ikki er so dýrt at flúgva víðari út í heimin.

Hvat er tað ringasta?

Tað er, at sjeikurin býr í Føroyum og at eg sakni mína familju. Harafturat haldi eg, at fólk í Keypmannahavn altíð hava skund og mær dámar ikki kalendamentalitetin her. Eg haldi at fólk missa sín spontanitet og tað er harmiligt. So er tað hitt obligatoriska ”du skylder mig 7 kroner”, sum er rættiliga ókul.

Ætlar tú tær heimaftur?

Ja heilt sikkurt, allarhelst innan eitt ár.

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar?

Tá okkurt hátíðarhald er, tildømis hava onkrir rundir føðingardagar verið, ímeðan eg havi verið í útlegd. Annars tann føroyski maturin og huglagið, sum er ímillum fólkið. Mær leingist serliga tá skúlatingini hópast upp og í royndartíðini. Tá vil eg bara heim.

Hvørjum leingist tú allarmest eftir í Føroyum?

Tann heimliga hugnan, tildømis at sita og práta við familjuna rundan um góða runda borðið í køkinum. Eisini sakni eg at fylla eyguni við tí vøkru nátturuni og sjeikin, sjálvandi.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara?

Tað er ilt at siga hvat ein týpiskur danskari er, men nógv fólk í Keypmannahavn tykjast mær nokkso yvirfladisk. Sjálvsálitið er í lagi og orðini mangla ikki. Tey kenna sínar styrkir og tora at siga frá, eisini tá tey eru ónøgd. Og tey lesandi hava stórar sunnar matpakkar við í skúla og ganga høgt uppí at halda avtalur og at møta til tíðina.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?

Hugnaligir, hjálpsamur og rættiliga avslappandi.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsliga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg?

Eg plagi at leggja trykkið festivaaal, um man lurtar við hálvum oyra, kann tað ljóða sum, at eg tosi um hvalar. Og tað er kanska ikki so heppið tá ein hugsar um tað fokus sum er á Føroyar og grindadráp.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?

Vónandi í Klaksvík, um eg fái lokkað gøtumannin hjá mær við!;) Eg haldi, at Klaksvíkin ger stór framstig fyri tíðina, hvørs er gleðiligt. Eitt nú við skúlasamanleggingini og tí spírandi café- og tónleikalívinum. Hetta er avgjørt nakað, sum far meg at søkja heimstaðin.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:

Mínar elskaðu ommur og abbin. Deiligu barndómsvinkonurnar Heidi og Alvilda! Og so fáa Heri og familjan eisini eina hjartaliga heilsu.

Føroyingar kenna føroyingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?

Mín góða vinkona Elin Heinesen.