Andstøðan hevur ført fram, at vit eru ov ábrygdarleys, tí at hesir pengar koma at mangla í framtíðini. Hesum eri eg als ikki samdur í. Tað er sera ábyrgdarfult, at vit spara upp til egna pensjón, soleiðis at okkara eftirkomarar ikki skulu gjalda eftirlønir hjá øllum okkara ættarliðið, men einans teimum sum tørva tað mest, segði Reimund Langgaard í røðu á løgtingið.
Andstøðan hevur ført fram, at vit eru ov ábrygdarleys, tí at hesir pengar koma at mangla í framtíðini. Hesum eri eg als ikki samdur í. Tað er sera ábyrgdarfult, at vit spara upp til egna pensjón, soleiðis at okkara eftirkomarar ikki skulu gjalda eftirlønir hjá øllum okkara ættarliðið, men einans teimum sum tørva tað mest, segði Reimund Langgaard í røðu á løgtingið.
(RED: Til viðgerðar var Løgtingsmål nr 96/2013 – eitt uppskot um at fara frá forskattaðum pensjónsskatti til pensjónsskatt til við útgjald. Uppskotið var lagt fram av Tjóðveldi, men var felt av løgtinginum. Í samband við viðgerina helt maðurin “sum elskar tøl” eina áhugaverda røðu, sum hann eftirfylgjandi hevur sent okkum.)
– Eg haldi heilt erligt, at tað at forskatta pensjónir er ein tann besta avgerðin, sum hendan samgongan hevur tikið, og tí eri eg sjálvsagt ímóti at broyta hetta aftur. Her tosi eg um prinsippi at forskatta, og ikki um hvussu høgur hesin skatturin er, ella hvat hann verður brúktur til.
Vandin við ikki at forskatta pensjónir, er at alt ov nógvir pengar verða tiknir út úr samfelagnum – fyrst til pensjónsfeløg og harfrá til útlendskar íløgur, innlán og lánsbrøv. Veit væl, at ein lítil partur av hesum pengum fer í umfer í Føroyum, men tað er tann minsti parturin, tí at hetta verður mett ov váðafult.
Føroyingar tjena umleið 7 milliardir um árið, tað merkir, at tá øll gjalda 15% í eftirløn, so koma føroyingar íalt at gjalda umleið 1 milliard um árið í eftirløn. Yvir eitt 40 ára tíðarskeið koma føroyingar sostatt at gjalda um 40 milliardir í dagsins pengum í eftirløn, og verða hesir pengarnir tiknir úr umfer úr samfelagnum, og kann hetta fáa álvarsligar fylgjur fyri samfelagið. Av tí at vit hava gjørt av, at eftirlønirnar verða forskattaðar, verða um 16 milliardir av hesum goldnar í skatt beinanvegin, og fara sosatt aftur í umfer. Hetta er eitt neyðugt stig fyri at tryggja neyðuga vælferð tey komandi árini.
Andstøðan hevur so ført framm, at vit eru ov ábrygdarleys, tí at hesir pengar koma at mangla í framtíðini. Hesum eri eg als ikki samdur í.
Fyri tað fyrsta, haldi eg, at vit eru sera ábyrgdarfull, at vit spara upp til egna pensjón, soleiðis at okkara eftirkomarar ikki skulu gjalda eftirlønir hjá øllum okkara ættarliðið, men einans teimum sum tørva tað mest
Fyri tað næsta, tá andstøðan førir fram, at tað verður 2 arbeiðandi fyri hvønn pensjónist, tá er tað sagt út frá at øll gevast at arbeiða tá tey eru 60 ella 67. Eg vænti, at føroyingar frammyvir koma at arbeiða longri enn hetta – tað síggja vit longu nú, har sera nógv arbeiða longri enn hetta. Fólk eru jú nógv betri fyri og liva nógv longri.
Triðja og tað mest týdningarmesta argumentið, er at forskatting og eftirskatting gevur áleiðs eins nógvan pensjónsskatt í hvørjum einstakum árið. Andstøðan førir framm, at teir pengarnir, sum vit velja at forskatta í 2020 koma at mangla í 2050. Men í 2050 koma eisini fólk eisini at arbeiða og gjalda eftirløn, og verður hendan eftirlønin eisini forskatta.
Forskattingin av tí er áleið eins stór og eftirskattingin av okkara eftirløn, og tí er pensjónsinntøkan áleið eins stór í 2050. So vil onkur siga, at hesir pengarnir koma at mangla í 2080, tá hendan eftirlønin átti at verða eftirskatta. Men í 2080 koma fólk vónandi eisini at gjalda eftirløn, og verður hendan vónandi eisini forskatta, og tí verður pensjónsinntøkan áleið eins nógv av forskattingini av inntøkunum í 2080, sum hon vildi verið av eftirskatting av eftirlønunum frá 2050. Og soleiðis kunnu vit halda áfram. Hetta kann samanberast við at verða løntur fyrst ella síðst í einum mánaði – tað merkist einki hvønn einstakan mánað. Hetta merkir einans tá man gevst at arbeiða, og tá ikki fær løn eftir at tann mánaðin er farin.
Soleiðis eisini við hesum, hetta verður bert ein trupulleiki um vit gevast at gjalda eftirløn, og tað vil eg staðiliga mæla okkara framtíðar politikkarum frá, tí tað vildi verið sera ábyrgdarleyst.
Lat meg so til seinast spyrja Tjóðveldi, hvussu tey ynskja at fíggja hesa lógarbroytingina, sum kemur at kostar um 250 milliónir krónur árliga. Skulu vit hækka skattin aftur? Ella fremja sparingar? Ella kanska minka um undirskotið?




