Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høvuðstaðarpressan – er sjálvandi óheft??

John William Joensen

Starvsetan av tíðindaleiðara í Kringvarpinum og nógv umrødda miðlasøgan um kanning av EIK grunninum eru kanska tvey dømi um hvussu ”óheft” sokallaða fjórða statsmaktin er. Tað var Miðlafelagið hjá kanningar-advokatinum sum breakaði søguna at advokaturin manglaði meira pening frá løgtinginum.

Starvsetan av tíðindaleiðara í Kringvarpinum og nógv umrødda miðlasøgan um kanning av EIK grunninum eru kanska tvey dømi um hvussu ”óheft” sokallaða fjórða statsmaktin er. Tað var Miðlafelagið hjá kanningar-advokatinum sum breakaði søguna at advokaturin manglaði meira pening frá løgtinginum.

Sama dag sum Norðlýsið kundi avdúka at verandi tíðindaleiðari í Kringvarp Føroya í skundi var sett í fulltíðarstarv eftir innstilling frá starvsfelagum kærdi Kringvarpið stjóran á Norðlýsinum fyri umframt at verða miðlafólk eisini var formaður í politiskum lokalfelag. Eingin viðmerking fekst frá leiðsluni í Kringvarpinum um setanarmálið hóast vit spurdu um leiðslan í Kringvarpinum metti at allir umsøkjararnir til tíðindaleiðarastarvið høvdu somu møguleikar at fáa starvið, tá tað vóru starvsfelagar hjá tíiðindaleiðaranum sum innstillaðu hana til starvið. Einki svar. 

Norðlýsið spurdi seg fyri hjá løgtingsins umboðsmanni um stovnurin helt at málsgongdin var í lagið og um stovnurin ætlaði at taka málið upp. Løgtingsins umboðsmaður svaraði at hon fór ikki at taka málið upp tí hon metti seg verða ógegnigan – men um ein kæra kom so kundi løgtingsformaðurin velja annan at standa fyri kanningini. So vítt sum vit vita er eingin kæra komin og løgtingsins umboðsmaður hevur ikki tikið málið upp.

EIK málið

Seinastu vikurnar hevur stór øsing verið í miðlunum um vantandi vilja hjá løgtinginum at kanna EIK grunnin sum øllum kunnugt er farin á húsagang.

Søgan byrjar við eini greinarøð í Sosialinum og á in.fo har funnist verður hvassliga at løgtinginum fyri ikki at hava vilja til at játta meira pening til kanning sum Eyðfinn Jacobsen, advokatur, hevur arbeitt við. Sosialurin ger nógv burtur úr og umframt at drúgva samrøðu við fyrrverandi bankamann um málið skrivar blaðið tvær oddagreinar har tað gongur framm at advokaturin ikki hevur kunna arbeitt av vantandi pengum:

…. Í fyrstu atløgu játtaði løgtingið 300.000 krónur til kanningina. Síðani gekk rúm tíð við at diskutera, at henda upphæddin var ov lítil, og eitt lítið ár seinni játtaði tingið 300.000 krónur afturat. Advokaturin metti kanningararbeiðið at kosta 1,5 millión, hann hevur í fleiri umførum eftirlýst fleiri pengar, og ger í síni frágreiðing til Skrásetingina fleiri ferðir varug við, at pengar vóru ikki til at kanna ymisk viðurskifti, ið áttu at verið kannað nærri…….

Hetta skrivar Sosialurin uttan at nevna at advokaturin sum vantar pengar at arbeiða fyri er sjálvur nevndarformaður í Miðlahúsinum og eftirfylgjandi er komið fram at í hvussu nakrar av atfiningunum sum eru førd fram av nevndarformanninum hjá Sosialinum móti faliteraða EIK grunninum – ikki vóru so sum tær vóru framsettar – so spennandi verður at síggja um hetta hevur áhuga hjá Miðlahúsinum.

KVF V Norðlýsið

Kærumálið hjá Kringvarpið Føroya av leiklutinum hjá stjóranum á Norðlýsinum verður vantandi avgreitt í vikuni av fjølmiðlanevndini sum er mannað av fyrrverandi starvsfólkum í KVF og øðrum og viðgerin er sjálvandi púra habil og óheft.

Sum rosinan í pylsuendanum segði kendur sjournalistur í KVF í seinastu viku at hansara fremsta mál sum partur av tíðinda deildini hjá KVF var at verða partur av tjóðarbygging. Eisini hevur hesin mál koyrandi móti Fiskimálaráðnum hjá løgtingsins umboðsmanni har gjørt verður krav uppá part av fiskatilfeinginum.

Jú – sanniliga eru tey óheft og ófør í miðjuni á landinum. 

Men sum tíðindaleiðarin hjá KVF málbar seg í kjaksending – so er munurin millum Norðlýsið og KVF at útbúgvingarstøði í almenna 60 millióna stovninum er munandi hægri.

Sjálvandi – vit spyrja bara bítt???