FRIGG: Magni Garðalíð er íðin at gera góðan mat, og hann letur heldur ikki Frigg fara afturvið borðinum, uttan at hava mettað nakrar magar. Húsa kommuna, Viljin Catering, Útoyggjafelagið og Íverksetarahúsið fara at húsast undir sama tjaldi.

Magni Garðalíð er ein virkin maður, men ikki bara í Føroyum. Nú fara hann og konan eisini at kokkast í stóra Keypmannahavn.
Eins og til allar aðrar uppgávur, gleðir Magni seg eisini til hesa. At metta nakrar norðurlendskar víkingar, skuldi verið ein áhugaverd uppgáva.
Útoyggjafelagið fer eisini at vísa seg á festivalinum, og geva útisetum blóð á tonnina at flyta heimaftur. Og Íverksetarahúsið fer allarhelst eisini at geva útisetunum brell at seta kósina heimaftur til Føroyar.