Tann 21. Juni frá kl. 10:00 til 18:00 verður ein tvørkirkjuligur sunnudagsskúlafestivalur fyriskipaður í økinum kring fólkaskúlarnar í Klaksvík. Ágóðin av tiltakinum fer óskert til at menna sunnudagsskúlaarbeiði í Føroym, umframt at stuðla Sat7Kids verkætlanini, sum sendur kristligt barnasjónvarp í miðeystri

Fyriskipararnir høvdu sett Norðlýsinum, Miðlahúsinum og borgarstjóranum stevnu í morgun á Cafe Fríða har Finn Jóhannesen greiddi frá nýggja festivalinum.
Talan er um ein sunnudagsskúlafestival har familjan er saman og vit hava í hesum sambandi samband við allar kirkjur og samkomur og vit hava longu frætt at sunnudagsskúlaútfluktin hjá onkrum samkomum verður til klaksvíkar á Summargleði.
Fyriskiparar eru Finn Jóhannessen, Sólgerð Joensen, Mathilda Jóhannessen, Dagny Miðskarð, Jóhanna Ø.Jacobsen, Jóhanna Chrisriansen, Óli Marner Christiansen, Elin Danielsen og Eyðbjørn Jacobsen og ikki kann annað sigast en at skráin er sera áhugaverd við spølum , framførslum og ymiskum aktivitetum:
Skrúðgonga og Jógvan Skorheim setur festivalin!
Sang og dansur við børnum úr Sørvági!
Maria á Lakjuni!
Stórleikur um Nóa!
Barnakórið í Oasuni!
Vanja & Laila Carlsen við familju syngja góðar gamlar barnasangir!
Endabrestur við klovnunum Bubu og Baloney!
Djóragarður!
Balónkast!
Klovnavitjan!
Andlitsmáling!
Føroyskbarnaspøl, hoppa band, togtogan, hoppa elastik, hularingar o.a!
Ymisk dansispøl!
Hoppiborgir!
Mánabilar!
Smár fótbóltskappingar!
Bamsirnar Mega og Cool vitja!
MC-felagið vísir motorsúklur fram!
Sølubúðir við góðum tilfari til familjuna og ymiskum SUMMARgleði tingum!
Sølubúðir bæði við mati og góðgæti.
Sí viðhefta kort yvir festivaløkið og skrá