– Tað sum eg skrivaði umvegis Facebook var ikki móti tí sum var samtykt á flokkstingið, men móti tí sum Unga Tjóðveldi eftirfylgjandi meldaði út. Eg krevji at Unga Tjóðveldi virðir tað sum ein stórur meiriluti í flokkinum hevur avgjørt, nevniliga at tingfólk flokksins í etiskum málum eru frítt stillað at atkvøða eftir egnari sannføring.

– Um eg fari at stilla upp til komandi løgtingsval, so farið eg at stríðast ímóti at løgtingið skal loyva hjúnarlagið millum tvey av sama kyni.
– Eg eri sera fegin um at flokkurin samtykti at halda fast við grundregluna um at í etiskum málum stendur tinglimum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring og tí krevji eg at Unga Tjóðveldi virðir hesa samtykt. Eg hevði ikki kunna virka í einum flokki um reglurnar vóru so sum Unga Tjóðveldi gav fólki fatan av, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Norðlýsið hevur sostatt miskilt tað sum varaborgarstjórin skrivaði umvegis Facebook og tað harmast vit um. Vit høvdu annars samskift umvegis sms við varaborgarstjóran, men álíkavæl misskiltu vit boðskapin.