KONGALIGT: Tað eru í dag longu tíggju ár síðani at krúnprinsur Frederik og krúnprinsessa Mary góvu hvør øðrum sítt ’ja’.
KONGALIGT: Tað eru í dag longu tíggju ár síðani at krúnprinsur Frederik og krúnprinsessa Mary góvu hvør øðrum sítt ’ja’.
Tey bæði hava ikki ligið á latu síðuni síðani tá. Fýra børn eru komin í verðina síðani hendan dag. Tveir dreingir og tvær gentur.
Tað var annars undir OL í Avstralia í ár 2000, at tað heila byrjaði. Frederik møtti tá Mary fyri fyrstu ferð. Sambært bókini ”10 år. Konprinsparrets 10 års bryllupsdag” var kærleiki við fyrsta eygnakast.
Eftir OL í Avstralia hildu tey sambandið umvegis telefon og t-post. Longu í februar árið eftir, var Frederik aftur í Avstralia; bert fyri at møta Mary. – Jú, har var okkurt heilt serstakt teirra millum.
Síðani er nógv hent. Í 2004 giftust tey og í 2005 kom tað fyrsta barnið, ein prinsur. Í 2007 kom ein prinsessa í verðina. Í 2011 gjørdu tey eitt ordans hál, tí tá fingu tey tvíburar, ein prins og eina prinsessu.




