Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygd søkir eftir næmingi

Lýsing

Vilt tú verða partur av einum samtaki, har tú bæði arbeiðir sjálvstøðugt og hevur ávirkan?


Trygd er eitt tryggingarfelag, ið er í einari spennandi menningartilgongd. Gerst tú næmingur hjá okkum, so leggja vit stóran dent á tína útbúgving, og at tú mennist innan øll virkisøkir í okkara fyritøku. Vit kunnu bjóða tær eitt læruríkt umhvørvi og eitt mennandi lærupláss, har tú skjótt fært ábyrgd av sjálvstøðugum uppgávum.


Um teg

Tú vilt verða partur av einum samtaki, har tú bæði arbeiðir sjálvstøðugt og hevur ávirkan. Tú ert ágrýtin, tær dámar at læra og at fáast við kundarøkt. Tú hevur eina miðnámsútbúgving, ella verður liðug/ur í summar.


Um útbúgvingina

Útbúgvingin tekur tvey ár og byrjar í septembur 2014. Hon gevur tær góðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á. Útbúgvingin fevnir um ein praktiskan og ein ástøðiligan part. Sjálva lærutíðina er næmingurin partur av starvsfólkatoyminum á Trygd, meðan skúlagongdin er saman við næmingum úr peningastovnum og tryggingarfeløgum. Øll útbúgvingin verður tikin í Føroyum.

Á heimasíðu okkara kanst tú lesa meira um útbúgvingina.


Meira at vita

Meira fæst at vita á www.trygd.fo Tú kanst eisini seta teg í samband við Janus Thomsen, stjóra, á jat@trygd.fo ella við at ringja 358 100.


Umsókn

Send tína umsókn við lívsrensli (c.v.) og avritum av prógvum í seinasta lagi 6. juni 2014 til jat@trygd.fo ella:

Trygd

Húsagøta 3

Postboks 44

FO-110 Tórshavn

Att. Janus Thomsen


Trygd er partur av BankNordik samtakinum, og byggja vit á virðini at vera dugnalig, eldhugað og framsøkin.