Vit eru farnir at rigga av og leggja um til snellu, sigur Eyðólvur Vang. Ikki tí, fýra teir seinastu túrarnir vóru bara brúkiligir 7.000 pund, 7.000 pund, knapt 6.000 og góð 6.000. Men prísurin skramblaði bara niður, so vit valdu bara at gevst og fara undir at rigga okkum til íslandstúrarnar við Snellu.
Um várið er bara at siga, at tað hevur verið so nógv betur enn várið í fjørð. Eg haldi eg kann siga, at hetta er fyrsta árið síðani 2003 at vit hava fingið fisk so langt út á várið, sum í ár. Í heili 10 ár hava vit at kalla ikki fingið fisk í apríl. Tað var framvegis fiskur at fáa nú vit góvust fyrst í mei, men, sum sagt, prísurin skramblaði bara niður.
Tað hevur ikki gingið so væl við toskaprísinum í vár, men hýsan hevur bjargað okkum ein góðan miðalprís og eg rokni við at flestu útróðrarbátarnir siga tað sama, at tað er hýsan, ið hevur bjargað okkum várinum.
Annars eru vit við at flyta úr skúrinum, sum vit hava hildið til í. Kommunan vil sleppa at ríva skúrin hjá okkum niður. Vit eiga ein annan á Stongunum, og har fara vit at halda til framyvir. Tað er eisini flyting, sum vit fáast við í løtuni.




