Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frigg er meira enn bara tónleikur

Danial Viðoy

FRIGG: Fyrsti Frigg-festivalurin er av á hesum sinni. Samanumtikið eydnaðist festivalurin væl. Vit kundu kanska ynskt okkum enn betri veður, sindur fleiri og meiri ymisk fólk. – Men tað hetta er heilt víst eitt tiltak, ið skal endurtakast og byggjast víðari uppá. – Tiltakið kann eisini lokka útisetar heim.

Norðlýsið hevur sum frægast roynt at fylgt festivalinum. Tað hevur verið hugaligt. Tað er altíð hugaligt at møta fryntligum fólki, mínum føroyska fólki og mínum norðurlendsku frændum.

Gott ljóð og góður tónleikur og gott fólk

Ljóðið til allar konsertirnar var avbera gott. Tað bar veruliga brá av professionalismu.

Tað var ein góð samanseting av tónleiki. Eitt av hæddarpunktinum fyri undirritaða var Rasmus Lyberth. Tað var ikki nakað, hesin hevði væntað sær nakað av. Men gestirnir vóru blástir um koll av hansara lættliga lyndi og glaða tónleiki.

Byrta gjørdi tað eisini aftur. Ein væl og fínpussað konsert við góðum ljóði. – Og Medina hevði eina av sínum frægastu konsertum. Ein væl uppløgd sangarinna.

Tað er eingin loyna, at føroyingar vóru best umboðaðir millum gestirnar. Tað er eingin skaði, men eftirsum tað er ein norðurlendskur festivalur, kundi umboðanin verði eitt sindur javnari býtt. Men hetta sigur eisini, hvussu góðir føroyingar eru til, at møta upp og at styðja upp undir nýggj ’føroysk’ tiltøk.


Lokkar útisetar heim?

Tað vóru nógvir sera forvitinisligir básar á Frigg-festivalinum. Tórshavnar kommuna, Húsa kommuna, Bank Nordik og aðrir blíðir føroyskir básar. – Básarnir vístu á, at í Føroyum er liviligt og í Føroyum ber eisini til at búgva, og hóast at arbeiða uttanlands.

Norðlýsið kom í prát við Olgu Biskopstø, sum húsaðist inni í básinum hjá Húsa Kommunu. Hon umboðar útoyggjafelagið.

– Tað er einki, sum forðar føroyingum at búgva í Føroyum, ella á útoyggj í Føroyum. Tøknin er so góð; og møguleikarnir at fáa frið og íblástur til arbeiðið á útoyggj eru fantastiskir, sigur Olga Biskopstø.


Ein ítøkilig gerð – tí má Frigg endurtakast

Politikkarar royna og royna, snakka og snakka um, hvussu vit kunnu fáa útisetarnar heim aftur eftir loknan lesnað. Tað er eitt trupult mál at loysa, og tað eru ongantíð øll, ið verða nøgd við úrskurðin hjá politikkarunum í Føroyum. – Men slík tiltøk sum Frigg kunnu elva til heimlongsul og gera hugin at koma heimaftur enn størri.

Tað vóru fleiri básar á festivalinum, ið vístu á allar teir endaleysu møguleikarnar, ið finnast í Føroyum. Bara eitt so íøkiligt, sum ein góður smakkur frá Húsa-suppuni, Húsakaffinum og Rabarbudrykkinum, vísti á, at tað bert er hugflogið, ið setur markið.

At síggja ítøkiligar fyrimyndir, ið veruliga gera sítt til, at gera tað spennandi í Føroyum, ávirkar ein og hvønn. Og at hoyra allar teir góðu tónleikabólkarnar úr Føroyum, ávirkar eisini tann einstaka, at venda tankunum heim í móti klettunum.

Rós til fyrireikararnar herfrá við vón um endurtøku komandi ár; tí Frigg má endurtakast.