Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldorado 80´ara dansikvøld við Jørgen De Mylius og Jákup Magnussen úr Plátubarrini.

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 6.juni kl. 23:00 – 04:00 verður eitt serstakt 80´ara dansitiltak í Hoyvíkshøllini.

80´ara dansikvøld við Jørgen De Mylius og Jákup Magnussen úr Plátubarrini.

Fríggjakvøldið 6.juni kl. 23:00 – 04:00 verður eitt serstakt 80´ara dansitiltak í Hoyvíkshøllini.

Kendi danski plátuvendari- sjón og útvarp verturin Jørgen De Mylius kemur til Føroyar at undirhalda við góðum dansitónleiki úr 80´unum.

Jørgen De Mylius er m.a. eisini kendur sum frásøgumður og vertur í samband við europeiska Melodi Grandprix. Men tað eru óvað nógv sum minnast hann sum væltalandi vertin í tónleikasendingini “Eldorado” sum var ein hin mest sædda tónleikasendingin í 80´unum.

Øll árini hevur Jørgen De Mylius verið virkin plátuvendari kring Danmark tá góður dansitónleikur frá 80´unum hevur verið á skránni og hann er enn nógv umbiðin. Seinast Jørgen de Mylius var í Føroyum var í 80´unum og hóast hann hevur verið boðin henda vegin aftur hevur tað ikki borið hjá honum at koma hendavegin. Men nú verður tað og nú kunnu allir Føroyingar gleða seg til eitt gott 80´ara dansikvøld við øllum sum hartil hoyrir.

Stórur dentur verður lagdur á, at tað er gott pláss at dansa, umframt at ljóð og ljós viðurskiftini hóska til bæði oyru og eygu. Høllin verður prýdd so rætti 80´ara stemningurin valdar og ymiskt leskiligt verður at fáa í barrini

Okkara allar besti útvarps undirhaldari Jákup Magnussen, eisini kendur sum Diskobeiggin, kemur eisini í hoyvíkshøllina at leggja løg á hetta kvøldið. Jákup Magnussen, kenna vit frá útvarpsendingini “Plátubarrin”

Hetta tiltakið er so avgjørt serstakt og ørvísi. Eitt dansikvøld við góðum stemningi, hugna og 80´umum í hásæti. Tiltakið er til øll tey sum elska 80´ini, góðan dansitónleik og sum seta eitt ávíst krav til gott undirhald í hugnaligum umhvørvi, har pláss eisini er til bæði at dansa og fáa eitt hugnaligt prát.

NB! Av tí at tiltakið er flutt frá leygarkvøld 7.juni til fríggajrkvøldið 6.juni vegna Hvítusunnudag, kunnu tey í longu hava keypt atg.merki fáa tær býttar um ella afturgjald, við at ringja á tel.nr.261607