Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlastaffettin verður fríggjamorgunin

Treysti

Fríggjamorgunin kl. 10 skipar Treysti aftur fyri “Skúlastaffet” á fótbóltsvøllinum í Klaksvík. Tiltakið bleiv roynt í fjør og eydnaðist avbera væl. 

Teir skúlar íð luttaka hesuferð eru Skúlin á Ziskatrøð, Skúlin við Ósánna, Skúlin á Fossánesi og Viðareiðis Skúli. 

Staffettin er skipað á tann hátt, at 3 gentur og 3 dreingir eru á hvørjum liði, og tey skulu renna 200m hvør. Á onkrum liði er samansetingin tó annarleiðis, tí býtið millum gentur og dreingir í flokkinum ger tað.

Á vøllinum verður ein rundbreyt á 200m gjørd millum 16-metrarnar. Startur og mál vera frammanfyri skýlið, har allir næmingar sita og bíða til teirra rennitúrur er.

Photo 

1. flokkur kappast fyri seg, 2. flokkur fyri seg osv. upp til 9. flokk. Tað verða ikki bert næmingarnir, sum skulu renna, tí lærararnir sleppa eisini at royna seg og eru eini 6-7 lærararlið tilmeldaði. 

Photo

Samanlagt eru tað umleið 430 rennarar tilmeldaðir á umleið 70 liðum, so talan er um sera góða undirtøku. 

Photo

Klaksvíkar Kommuna stuðlar við frukt til øll, vatn verður eisini at fáa og vinnandi liði í hvørjum floksstigi vinnur ein kassa av SISU frá Føroya Bjór.

Photo

– Hetta eydnaðist so mikið væl í fjør, at avgerð bleiv beinanvegin tikin um, at hava tiltakið afturvendandi. Bæði næmingarnir og lærararnir vóru sera fegin eftir lokna staffet í fjør, og tí eru spent uppá uppgávuna aftur í ár, sigur Guttorm Sørensen frá Treysti.

Photo

Myndir frá í fjør eru at finna her: Skúlasteffettin 2013

og filmurin hjá Eydbii er her niðanfyri.

Harleyfacadeacryl