Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Renn fyri heilsuna 2014 byrjar í morgin kl. 13.00

John William Joensen

Í morgin 24.mai kl. 13.00 byrjar Treysti aftur við sera vælumtókta árliga afturvendandi tiltakinum í Klaksvík “Renn fyri heilsuna”. Hetta tiltakið hevur seinnu árini fingið nógv fólk í gongd við at gera sær regluligar renni- og gongutúrar.

Byrjað verður í ár kl. 13.00 hvønn leygardag frá Intersport. Undantikin er einans leygardagurin 31. mai á Norðoyastevnu, tá Treysti skipar verður fyri árligu Føroya Bjór Renningini. 

Sum nevnt, so verður byrjað hvørja ferð frá Intersport kl. 13, men málið verður flutt til ymsar handlar í stuðla tiltakinum. Undan hvørjari renning, verður sagt frá hvar málið er. Teinurin er umleið 5 km hvørja ferð. Men rennast/gangast kunnu eisini styttri teinar. Endamálið er at øll kunnu vera við og røra seg antin við at ganga ella renna.
Hildið verður á til leygardagin 13. september. Tilsamans gevur hetta 16 “Renn fyri heilsuna” leygardagar. Eisini í ár verður møguleiki at samla stempul í renniheftið, og fyri hvørja ferð ein hevur luttikið er eisini møguleiki at ogna sær ein lutaseðil, sum verður trektur 13. september.
Øll í fáa í minsta lagi 10 stempul í renniheftið, eru við í lutakasti um góðar vinningar
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka !
Photo Photo
Photo Photo
Photo Photo
Photo Photo Photo