KÍ manglar fleiri týðandi leikarar, meðan HB liðið er tað sama sum hevur spælt seinastu dystirnar.
KÍ manglar fleiri týðandi leikarar, meðan HB liðið er tað sama sum hevur spælt seinastu dystirnar.
Tórur Justesen(leikbann), Jonas Flindt Rasmussen(skaði) og Atli Danielsen(burturstaddur) vera undir øllum umstøðum ikki við hjá KÍ sunnudagin. Síðani er ivamál um liðskiparan Hjalgrím Elttør, sum fekk skaða í økslina móti B68, tá hann mátti skiftast út. Síðani hevur hann ikki vant fram til fríggjakvøldið, tá hann luttók í parti av venjingini. Tað er tí sera ivasamt, um hann verður við frá byrjan sunnudagin. Tað merkir, at KÍ helst kemur at mangla fýra leikarar, sum í ár hava verið fastir í uppstillingini. Óvanliga broyttar umstøður frá dyst til dyst. Tað merkir so, at fýra av leikarum sum Ísak Simonsen, Henry Heinesen, Ivan Joensen, Jóhan Jacobsen, Heðin Klakstein og Rodrigo Silva, sum ikki spældu frá byrjan seinast, møguliga fáa møguleikan at vísa seg frá byrjan hesaferð.
Hjá HB eru allir mans tøkir, sum hava spælt seinastu dystirnar. Gunnar Haraldsen og Alex dos Santos hava sitið uttanfyri við skaða í eina tíð. HB hevur seinastu dystirnar spælt við hesum liðnum: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Jóhan T. Davidsen, Pál M. Joensen – Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen – René S. Joensen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen.
Dysturin í Klaksvík byrjar sunnudagin kl. 15.00 og Lars Múller verður dómari.




