Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Selfie er vandamikið

Danial Viðoy

Góðan fyrrapart: Tað vælumtókta selfie, ið er at taka mynd av sær sjálvum ella fleiri, er ikki bert stuttligt. Tvær kvinnur vóru nær deyðanum, tá ið tær skuldu taka mynd av sær sjálvum.

Góðan fyrrapart: Tað vælumtókta selfie, ið er at taka mynd av sær sjálvum ella fleiri, er ikki bert stuttligt. Tvær kvinnur vóru nær deyðanum, tá ið tær skuldu taka mynd av sær sjálvum.

Tað stinga tíðum upplop upp; eitt var at leypa á bláman her fyri. Selfie hevur varað eitt sindur longri millum manna og er kent um allan heim.

Í Irak er hetta eisini eitt upplop, ið fólk gera sær gagn av. – Men tvær kvinnur eru komnar til skaðis orsakað av selfie.

Hesar báðar kvinnurnar koyrdu bil og filmaðu seg sjálvar, ímeðan tær sungu av øllum sínum hjarta og skapaðu sær fyri myndatólinum. Tær gloymdu í øllum hesum stuttliga rúsinum, at geva vegnum gætur. Og gevur tú ikki vegnum gætur, tá ið tú koyrir bil, kann skjótt enda galið, rættiliga galið!

Tað var eisini júst tað, sum hendi hjá hesum báðum iransku kvinnunum. Í øllum sanginum endaði tað við, at bilurin fór útav vegnum. – Hevði staðið illa til, hevði stuttligi sangurin skjótt verði broyttur til ein syrgnan gravarsálm.

Jú, fólk eru upptikin av sær sjálvum í dag. Hetta var bert eitt dømi.

Hetta skrivar mx.dk.