Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO:”Luktur í smakkinum” á vitjan á Norðlýsinum

John William Joensen

Nú nærkast Norðoyastevnan í hvørjum, og tískil styttist eisini til kabarettina ”Luktur í smakkinum”. Á kabarettini verða øll landsins viðurskifti vend á høvdið, fyri at skapa eina beinrakna skeiva mynd av Føroyum. Kappingin er tó hørð, tí kabarettfólkini kappast við áralangu kabarettina á Tinganesi. Spurningurin er, um tað yvirhøvur ber til at toppa Tinganeskabarettina, men ”Luktur í smakkinum” fer í minsta lagi at royna at gera eina endurspegling.

Nú nærkast Norðoyastevnan í hvørjum, og tískil styttist eisini til kabarettina ”Luktur í smakkinum”. Á kabarettini verða øll landsins viðurskifti vend á høvdið, fyri at skapa eina beinrakna skeiva mynd av Føroyum. Kappingin er tó hørð, tí kabarettfólkini kappast við áralangu kabarettina á Tinganesi. Spurningurin er, um tað yvirhøvur ber til at toppa Tinganeskabarettina, men ”Luktur í smakkinum” fer í minsta lagi at royna at gera eina endurspegling.

Lív er í badmintonhøllini, nú tá fyrireikað verður til ársins kabarett. Jóhannes Steingrund fer at syrgja fyri, at akustikkurin er betri enn í St. Pæturskirkjuni í Rom, ímeðan Árni Baldvinsson fer at senda ljósgeislar í øllum hugsandi litum á pallin. Kapellmeistari er ongin annar enn Kim Hansen, og hann hevur tikið sínar Showmenn við sær, so tað er ongin ivi um, at ljómurin verður at kalla dýrdarfullur.

Klaksvíkar Sjónleikarafelag 28. mai 2014 from Norðlýsið on Vimeo.

Aftur í ár er tað Jákup Veyhe sum er leikstjóri. Hansara gummiandlit fer tó eisini at gera grimassur fyri áskoðarunum, tí hann er eisini við sum leikari.

Radio-organisturin, Hilmar Jan, fer eisini at standa á pallinum og herma eftir kendum framtraðkandi føroyingum. Hesin apukatturin er meistari í ”eftiraping”… man tað merkja, at vit fáa gejstliga vitjan á kabarettini? Vit fáa at síggja!

Á pallinum fer Jensina Olsen eisini at leika í. Hon er fitt sum ein góð bamsa, men tað merkir ikki, at hon ikki fer at geva nøkur politisk prik frá sær! Hon hevur tulkað undarligu Føroyar á sín hátt, og framsetir sínar tulkingar m.a. sum prikandi sangir.

Øll kenna eisini Riu Tórgarð, bæði frá Mumidalinum og frá jólaundirhaldinum á Hotel Føroyum. Sum altíð fer Ria at spæla alskyns ymsar leiklutir úr týpu-registarinum.

Teir báðir, Berny og Høgni, úr skemtiduo’ini ”Berny og Høgni” fara eisini at vera við í ársins hallarkabarett. Høgni Olsen hevur mangan leikað við á norðoyastevnu kabarettunum, og áskoðarin kann jú eisini lesa heilar skaldsøgur burturúr hansara úttrykksfullu eygnabrúm. Jákup Bernhard Brim Joensen fer at spæla heilt undarligar satiriskar skettsjur av øðrum ørum dimensiónum, sum vant.

Síðst, men ikki minst, er tað Rudolf Joensen sum er framleiðarin handan heila sirkusið. Hesin fossurin av einum orðsnillingi fer tó ikki bert at standa handan pallgardinurnar, men fer m.a. at lýsa føroyskt bankavirksemi, á sín egna hátt.

Tilsamans átti hendan manningin at givið eitt brak av eini láturbumbu á Norðoyastevnu. Klumpar eru í vinnuni, og fusk í politisku skipanini, tollarar og syndarar og lúrarar og súkklarar. Okkurt luktar rotið, so kom og fá ein smakk av endavendu tilveruni á Norðoyastevnu.

Sýningarnar verða 30.mai, 31.mai og 1. juni – Atgongumerki fáast á FAST støðunum kring landið: