Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF venjarin sær fram móti kappingarárinum

Jákup Ósá

Fyrsti FM kappróðurin verður leygardagin og venjarin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag(KRF) letur væl at ungu manningunum í felagnum.

Fyrsti FM kappróðurin verður leygardagin og venjarin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag(KRF) letur væl at ungu manningunum í felagnum.


Væntar heiðursmerkir

Spurdur um, hvussu úrslitini fara at vera í ár, svarar Janus Dam Jacobsen, ið er venjari í KRF, at tað er trupult at siga, tí talan er um ungt fólk.

– Eg haldi, at tað sær gott út hjá hesum ungu manningunum. Manningarnar hava ungan miðal aldur, tí hesin er ikki meir enn umleið 15 ár, so hesir rógvararnir hava meir enn 1 ár eftir í hesum aldursbólkinum í 5 mannaførum hjá dreingjum og gentum. Teir flestu rógvararnir hava róð áður og hetta eru rættuliga ágrýtnar manningar, so tað skal nokk fara at ganga. Við tað at hetta eru so ungar manningar, so eru ikki vónir um, at tær liggja beinleiðis í toppinum frá byrjan av, men eg vænti at onkrar av teimum koma at hála heiðursmerkir heim. Summar manningar komu seint í gongd, so eg vænti eisini, at vit koma at síggja eina menning og framgongd gjøgnum róðrarárið, sigur venjarin í KRF.

Øll samrøðan við Janus kann lesast í Norðlýsinum, ið kom í hvørt hús í landinum mikudagin.