Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyastevnan 2014 sett

Eirikur Biskopstøð

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setti Norðoyastevnuna kl. 18.00.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setti Norðoyastevnuna kl. 18.00. Aftaná fekk hon eitt blómutyssi frá NFÍ. Her er røðan.

“Sum seyðafylgjunum tørvar røkt, og samfelagnum tørvar røkt, soleiðis tørvar eisini einari stevnu røkt. Ábyrgdin fyri at røkja stevnu væl og virðisliga, liggur meira og minni á herðunum á okkum øllum. Tað ræður um, at bæði álvaratátturin og skemtunartátturin verða lagdir úr tí besta tilfari vit makta, og báðir vavdir saman av gleðis- og stuttleikakenslu, ið eg, tú og vit øll mega hava og lata av fyri at Norðoyastevnan av sonnum kann verða væl eydnað og áminnilig”.

Soleiðis skrivar Hákun Djurhuus, fyrrverandi lærari, løgmaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður og eisini fyrrverandi kommunustýrisformaður í Klaksvíkar kommunu í dagblaðnum 1. juni 1954.

Ættir fara og ættir koma, tíðir eins og samfelagið broytast, men enn í dag, 50 ár seinni, kunnu vit taka undir við Hákuni Djurhuus.

Hví vilja vit halda fast við eina summarstevnu, sum í so nógvar mátar er troka av, av festivalum ?

Nútíðin við sínum avbjóðingum og trendi er spennandi og góð, men vit vilja eisini halda fast í gamlar siður, eisini fyri at vísa okkara eftirkomarnum tey virðir vit, og tey ið undan okkum eru farin, hava bygt upp, lagt lív og orku í. Tað er umráðandi fyri okkara samfelag at vit halda fast við tað, sum var og er gott, tað at savnast, gleðast og njóta, er ein týðandi partur av lívinum, á Norðoyastevnu hittast vit til gaman og álvara, her aftan fyri skýli, á posthúshorninum ella til midnáttarløtuna í Vágstúni.

Hví vilja vit enn savna norðoyggjar til ársins fyrstu summarstevnu, nú landi mest sum er samanbundið?

Vit hittast ikki longur í kai- kioskini, á stongunum ella umborð á Dúgvuni, tí er tað ongantíð so umráðandi at savnast, sum júst nú, vit hava í nógvum førum mist hvønn annan burtur í daglidegnum og tí resi, ið hartil hoyrir, vit kenna okkum kanska ikki sum eina eind, vit reika í hvør í sínum lagi kring landið, tí skulu vit framhaldandi savnast til Norðoyastevnuna, har vit fáa loyvi at møtast og at heilsast. Vit ynskja, at okkara ungu slíta sínar barna og ungdómskógvar her í býnum, ynskja at tað er her tey skula trívast, nørast og skapa. Og eru fyritreytirnar at byggja á herðarnar hjá hvørjum øðrum til staðar, so kunnu vit trygt ferðast saman við hvør øðrum fram í lívinum.

Avbjóðingi at samla okkara fólk er broytt, frá at leggja tiltøkini á landi eftir arbeiðnum á sjónum, til at fáa tey ungu sum flyta av landinum í lestrarørindum, tey sum arbeiða aðrastaðni, her heima ella uttanlands, at koma heim í feriu ella á vitjan fyri seinni at seta búgv. Avbjóðingin er at fáa fólk at velja, tí alt lívið snýr seg um val. Velja vit hetta, missa vit okkurt annað, vit eru undir díkt í valmøguleikum. Tað er spennandi at velja tað nýggja og ókenda, vit taka avbjóðingina og vilja vita, hvat annað heimurin hevur at bjóða.

Eg gangi kendar gøtur
og barnaminni vitja meg
tey kveikja eina farna tíð
eg hugsi tí um teg

Syngur Steintór Rasmussen

Villast vit burtur av leið, er gott at vita, at heima er tað kenda og trygga framvegis at finna. Her kunnu vit aftur standa á tryggari grund, hvessa okkum lívsvirðini og alt tað góða í okkum varð lagt, fyri síðani at ferðast víðari út í stóru verð, og ætla vit ikki at villast, mugu vit verða tilvitað um okkara grundvøll og okkara virðir, fyri síðani at flyta okkum.

Altíð hugaligt tá Norðoyarstevnan nærkast, vit byrja uppá summari, náttúran sprettur, býurin vaknar og fólki her býr trívist.

Nýmálað hús og garðar, ruddan og fríðkan av býnum og gestablídni úti í hvørjum heimi; tað er ein partur av Norðoyastevnuni. Kommunan saman við Norðoya frítíðar- og ítróttarráð hava fyrireika og stákast seinastu vikurnar, fyrireika og stákast so vit kunnu njóta hesar dagarnar saman við familju og vinum.

Vil bera Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð eina serliga tøkk fyri teirra trúfasta og stóra leiklut í at seta skránna væl saman og annars skipa fyri, so at alt eydnast so væl sum gjørligt!

Hesar dagarnar gloyma vit arbeiði, polittiskt kjak og rúma vit ymiskleikan og eru bara tú og eg. Hesar dagarnar síggjast vit á kaini, við Djúpumýru, á Klaksvíksvegi, Spaniastovu, til kappróður ella í Vágstúni, vit fáa høvi at síggjast face to face, vit fáa eygnakontakt, lukta og merkja hvønn annan, vit gloyma Iphone og Ipad eina løtu og lata tær veruligu menniskajligu kenslurnar sleppa frammat. Vit fáa loyvi til at standa mitt í tivioli og onki hugsa, bara standa og njóta, børn, ung og foreldur, tos og látur saman við hjólinum sum sigur um tú ert heppin og kanst velja tær ein vinning á niðastu hyll.

Jú í hvør sínum lagi og saman hava vit ábyrgdina av at øll hava tað gott, vit eiga at gleðast saman við glaðum og syrgja saman við syrgjandi. Saman kunnu vit so nógv, gleðin tolir at verða deild og sorgin lættir um vit sýna samkenslu. Og nú fyrsta summarstevna stendur á gáttini eiga vit at fegnast um summarið, ljósið og hvønn annan, við vón um eina bjarta framtíð.

Soleiðis sigur Pól F. í einum av sínum yrkingum

Ei alt, ið glitrar er stórt og gott,

tað ofta roynist, ið tóktist smátt,

hjá mær er heimi,

hvar enn eg sveimi,

mítt dreymaslott.

Veri vælkomnir kæru gestir, av bygd og úr bý, høgur sum lágur – njóti hesar dagarnar, býin og fólki her býr.

Góða Norðoyastevnu 2014 til okkum øll.