Fríggjakvøldi 23. mai kl. 1930 hevði Klaksvíkar Tónlistaskúli eina konsert í Ósaskúlanum í Klaksvík. Konsertin var serstøk, tí bert løg eftir Jógvan Waagstein vóru spæld, hettar var ein heiðurskonsert fyri Waagstein.
Fríggjakvøldi 23 mai kl. 1930 hevði Klaksvíkar Tónlistaskúli eina konsert í Ósaskúlanum í Klaksvík. Konsertin var serstøk, tí bert løg eftir Jógvan Waagstein vóru spæld, hettar var ein heiðurskonsert fyri Waagstein.
Felagshøli í Ósaskúlanum var fullsett, tá Helga Gerðalíð, leiðari á Tónlistaskúlanum bjóðaði vælkomin.
Waagstein var ein fjølbroyttur listamaður, umframt at gera løg, var hann eisini listamálri, og í tí sambandinum vóru nøkur listaverk av honum sýnd fram í skúlanum. Málningarnir vóru savnaðir hjá privatfólki, ein stórur partur ættarfólk hjá Waagstein, umframt at klaksvíkar Kommuna eisini eigur nøkur.
Fyri at gera tiltakið so fjølbroytt sum møguligt, var skipa soleiðis fyri, at fyrst bleiv ein felagssangur sungin, Nú hitar sólin bjarta, síðani spældu næmingar fimm løg og eftir hetta hevði Andras Sólstein ein fyrilestur um lívið hjá Waagstein.
Síðani vóru aftur nøkur løg spæld og so seinra helvt av fyrilestrinum.
Eftir hetta vóru aftur nøkur løg spæld, og so fekk Signhild Johannesen, forkvinna í mentunnarnevndini í Klaksvíkar Býráð orðið, har hon bar fram takkarkvøðu, takkaði lærarum og ikki minst næmingunum fyri eina avbera gevandi løtu í Ósaskúlanum.
Tiltakið endaði við felagssanginum Nú nemur náttin við smærur.
Eftir hetta var kaffi, og ein ógloymandi løta at enda komin.
Tey, sum hava lægt løgini til rættis eru Torleik Mortensen, Bogi Lutzen, Páll Sólstein, Sámal Jákup Jakobsen og Laila Nielsen.
Skráin var hendan:
Helga Gerðalíð bjóðar vælkomin
Felagssangur: Nú hitar sólin bjarta
Hann rann sær kátur (blokkfloytur, klaver)
Vár við lýggjum vindi (blokkfloytur, tvørfloytur, klaver)
Aldan brýtur (strúkarar)
Ódn (klarinettir)
Signaða sól (blokkfloyta,floytur)
Andras Sólstein sigur frá um Waagstein
Áarbylgja klára (strúkarar)
Mangan dvaldi eg við strond (strúkarar við bratsj solo/Ljudmila Berezina)
Harra Gud, títt dýra navn og æra (klaver, Paula Leivsgarð Joensen)
Í búri (kór (Magni Husgaard) við strúkarum/Ljudmila)
Vit kunnu øll at renna dyst (kór við guitar)
Ein skortlitt kúgv (kór + Norðanvindar)
Andras Sólstein sigur frá um Waagstein
Vár við lýggjum vindi/Dimmið (cellokvintett)
Várið kemur, hækkar sól (strúkarar)
Tíðin rennur (strúkarar)
Signhild endar
Felagssangur við hornblásarum: Nú nemur náttin við smærur
Kaffi




