Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bagge keypir inn á Argjum

Jákup Ósá

B36 spílar seg út í dystinum um FM heitið, nú fyrrverandi AB profilur flytur til B36.

 B36 spílar seg út í dystinum um FM heitið, nú fyrrverandi AB profilur flytur til B36.

Sámal Erik Hentze ella Bagge, sum hann eisini verður kallaður, hevur seinastu árini vant AB, áðrenn hann í ár skifti til B36 at vera høvuðsvenjari. Har hevur tað gingið nærum sum eftir ánni, tí B36 er í løtuni oddalið í Effodeildini frammanfyri HB. Ein av nýggju leikarunum í B36 í ár var Alex Mellemgaard, sum frammanundan hevði spælt í fleiri ár undir Sámal Erik í AB. Hann hevur víst seg at verið ein fongur í B36 m.a. við at hava lagt upp til flest mál í Effodeildini higartil í ár.

Og nú er B36 aftur farið at keypa inn úti á Argjum. Rógvi Poulsen, sum í fjør spældi við AB og var lyklaleikari har, skiftir eftir summarsteðgin til oddaliðið B36. Tað vita vælvitandi keldur úr høvuðsstaðnum at siga Norðlýsinum í dag. Rógvi hevur búð niðri í Danmark í ár, men er tøkur til størsta partin av kappingini í Effodeildini sum er eftir, tá flytingargluggin letur upp aftur 21. juni. 

Fyrr í dag visti in.fo at siga, at Odmar Færø eisini skiftir til B36 eftir summarsteðgin. Sostatt bjóðar B36 veruliga HB av í FM stríðnum við ”keypunum” at hesum báðum profilunum.