Nógvir stórir og áhugaverdir vinningar eru á skránni í Sudokukappingini. Allir seðlar sum eru sendir inn og seðlar, sum eru okkum í hendi í seinasta lagi kl. 12.00 týsdagin 8. juli, luttaka í dráttinum.
1. vinningur er eitt vikuskiftisuppihald á DEPLINUM í Skálavík fyri tvey vaksin og tvey børn. ”All Inclusive” – Tað við siga, við øllum máltíðum, ís til børnini, innandurða spælipláss til børnini, heitur pottur uttanfyri – you name it – tú fært alt í Skálavík – vit hava verið har, vit hava roynt tað, tað er altso himmalskt.
2. vinningur er ein I-PAD frá NEMA. NEMA er ein av størstu KT fyritøkum í Føroyum og veitir alskyns tænastur innan KT. Men tey selja eisini annað mangt so sum teldur og annað gott og so eisini sera vælumtóktu I-PADarnar frá Apple. – Fært tú ein I-PAD í hondina, so sleppur tú honum ikki aftur, hann fer heilt víst at fylgja tær sum hundurin restina av lívinum.
3. vinningur er ein WEBERGRILL frá KBI, sum hevur eitt virði uppá 3495,- kr. WEBERgrillin er bara toppurin av góðsku, tá talan er um grillir og KBI hevur eitt sera breitt úrval av amboðum og øðrum góðum bæði til vinnu og privat, men harumframt eisini gass til grillina. Ein WEBERGRILL er ikki at forsmáa.
4. vinningur er eitt gávukort frá INN í Klaksvík uppá 1500,- kr. INN er ein lokalur Klaksvíkshandil. Handilin var upprunaliga partur av INN handlunum, men síðani er hesin keyptur burturúr og koyrir sjálvstøðugt í Klaksvík og er ein av størstu matvøruhandlunum her, so har er lag á manni at keypa inn fyri 1500,- krónur.
5. vinningur er tvey vikuskiftispass til Summarfestivalin 2014 har nógv góð tónleikanøvn fara at framføra. M.a. Twisted Sister, Burhan G og Anne Linnet. Summarfestivalurin er ein uppliving fyri alla familjuna.
Afturat høvuðsvinningunum, sum vit fara at draga um 8. juli, hava vit heilt síðani vit byrjaðu havt ein vinning frá Føroya Bjór hvønn mánaða – vinningurin frá Føroya Bjór er 1. kassi av sodavatni. Føroya Bjór hevur sjálvsagt breitt úrval av drykkivørðum, men tað verður also sodavatn vit fara at draga um.
Z-sport hevur eisini verið fastur fúsi á Sudoku-vinningunum hjá okkum. Z-sport letur eitt gávukort uppá 500 krónur, tað fara vit eisini at trekkja um 8. juli. Z-sport er sum kunnugt kendi ítróttarhandilin hjá feðgunum Hans Paula og Søren Z. Jacobsen, ið hevur høvuðsstøð í Klaksvík og deild á Tvøroyri, tað eru klæðini, skógvarnir, bóltarnir og annað mangt til ítróttarfólkini og okkum onnur, ið teir bjóða seg fram til okkara við.




